Suðuroyar Sparikassi

0,9 mió. kr. í yvirskoti fyrra hálvár 2018

Suðuroyar Sparikassi 0,9 milliónir í yvirskoti fyrra hálvár 2018 - og minkar um útlánini sum eina tillaging til framtíðina

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2018 er 0,9 mió. kr., sum er á leið tað sama sum úrslitið fyrra hálvár 2017.

Suðuroyar Sparikassi boðaði fyrra hálvár 2017 frá, at Suðuroyar Sparikassi fór at minka um útlánini, sum eina tillaging til nýggj og herd kapitalkrøv til peningastovnarnar. Samsvarandi hesi fráboðan minkaði Suðuroyar Sparikassi útlánini við 2% stigum fyrra hálvár 2018 – úr 577 mió. kr. niður í 566 mió. kr. Kjarnuøkið hjá Suðuroyar Sparikassa eru privatkundar, og tí stavar minkingin í útlánunum í høvuðsheitunum frá minking í útlánum til vinnulig endamál.

Innlánini lækkaðu samstundis við 2% stigum - úr 745 mió. kr. til 733 mió. kr.

Suðuroyar Sparikassi lækkaði fyrra hálvár 2018 innlánsrenturnar. Tillagingin fer at síggjast aftur í einum betraðum grundrakstri fyri seinna hálvár 2018.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 14,8% og solvenstørvurin er 9,6 %. Solvensurin er soleiðis 5,4% stig hægri enn solvenstørvurin, ella ein yvirdekningur á góð 54%.

Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 170% og eitt LCR á 815%. Suðuroyar Sparikassi lýkur soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi, eins og Eftirlitsdiamanturin hjá Fíggjareftirlitinum avdúkar.

Danska váðaráðið herdi kravið til polstringina av føroyskum peningastovnunum frá 1. januar 2018 við 1% stigi, sum stigvíst hækkar til 3% stig í 2020. Orsøkin til økta kravið er smb. danska váðaráðnum, at styrkja mótstøðuførið hjá føroyskum peningstovnunum móti bygnarligum váðum í føroyska búskapinum. Suðuroyar Sparikassi er í góðari tíð farin í holtur við at tillaga virksemið til herdu krøvini, so avleiðingarnar vera so lítlar sum møguligt.

Suðuroyar Sparikassin væntar, at ársúrslitið fyri 2018 áðrenn skatt verður 1,5 – 1,7 mió. kr. 

Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tak niður 
Hálvsársfrásøgn 2018



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.