Suðuroyar Sparikassi

3 og 12 mðr. konta

3 mðr. konta

3 mðr. konta er ein konta við 3 mðr. uppsagnartíð. Kontan hevur eina hægri rentu enn PrivatKonta og verður oftan brúkt til samansparing sum tú ikki vilt binda í longri tíð.

Um ynski er at taka pening út av eini 3 mðr. kontu, so er neyðugt, at tú sigur Suðuroyar Sparikassa frá tríggir mánaðir áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.

 

12 mðr. konta

12 mðr. konta er eins og 3 mðr. konta, ein konta við uppsagnartíð. Kontan hevur eina hægri rentu enn PrivatKonta og 3. mðr. konta og verður ofta brúkt til langtíðar samansparing.

Um ynski er at taka pening út av eini 12 mðr. kontu, so er neyðugt, at tú sigur Suðuroyar Sparikassa frá 1 ár áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.