Suðuroyar Sparikassi

Dagførd app til Netbankan

Hevur tú Netbankan á ein iPhone, so mást tú taka dagførdu útgávuna av Netbankanum sum app niður í App Store. Dagførda appin er tøk frá 20. august.

Virkja dagførdu appini
Fyri at virkja dagførdu appina, er neyðugt at tøppa inn títt Netbanka brúkaranummar og loynital. Um tú ikki minnist títt brúkaranummar, kanst tú rita inn í Netbankan á teldu/teldli - ella kaganum á snildfonini - og hyggja undir “Uppseting” og “Brúkaraupplýsingar”. 

Soleiðis finnur tú títt Netbanka brúkaranummar

Dagføring av Netbanka appini til iPhone


Strika gomlu appina
Tá ið tú hevur tikið dagførdu appina niður, er tað umráðandi at tú strikar gomlu Netbankaappina.

Um tú ikki hevur Netbanka á teldu/teldli
Hevur tú ikki Netbankan á teldu/teldli, mást tú seta teg í samband við okkum fyri at fáa brúkaranummarið upplýst. Tað ber tíverri ikki til at síggja brúkaranummarið í Netbankanum sum app.

Ring til okkara á 359870, gerandisdagar millum kl. 09.30 – 16.00.

Tørvar tær hjálp til Netbankan eftir okkara vanligu upplatingartíð, ring 359870, trýst 1 og tú verður stillað/ur til netbankahjálpina, sum svarar: 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja 359870 ella senda okkum ein teldupost á ss@ss.fo, ella beinleiðis til tín kundaráðgeva.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.