Suðuroyar Sparikassi

Eftirløn og tryggingar

Eftirløn

Hvønn livifót ynskir tú tær, tá ið tú fert uppá pensjón?

Árini ganga skjótt og áðrenn tú veitst, hevur tú rokkið eftirlønaraldur. Men hevur tú fyrireikað teg til henda partin av lívinum? Nøkur vilja siga ja, meðan onnur ivast - og tey flestu gáa kanska als ikki um spurningin... 

Endamálið við EftirlønarKontu er, at tú kanst fáa eitt betri peningaligt rásarúm til eldraárini. 

Eftir 1. januar 2014 er tað eitt lógarkrav, at persónar millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, rinda minst 1% av inntøkuni til eftirløn. Talan er bæði um A- og B-inntøku. Tað er tó ikki krav at gjalda eftirløn um inntøkan er lægri enn kr. 3.000. Tað er heldur ikki eitt krav at gjalda eftirløn av hvørjari inntøku, um tú ert yngri enn 21 ár og eldri enn 60 ár. 

Eftirlønargjaldið hækkar 1% stig hvørt ár, t.v.s. at eftirlønargjaldið í 2015 er 2%, í 2016 3% o.s.fr. upp til 15%. Persónar, ið eru føddir fyri 1. januar 1954, hava tó ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn. 

Tað er einki hámark fyri hvussu nógv tú kanst gjalda inn á tína EftirlønarKontu. Og inngjøld í 2012 og 2013 kunnu flytast inn á ta nýggju EftirlønarKontuna. 

Tær nýtist ikki at hava lønarkontu í Suðuroyar Sparikassa, fyri at stovna EftirlønarKontu hjá okkum. 

 

Tryggingar

Í Suðuroyar Sparikassa hevur tú nógvir møguleikar at tryggja fíggjarligu framtíðina, um tú brádliga verður sjúk/-ur ella skuldi doyð. 

Suðuroyar Sparikassi bjóðar hesi sløg av tryggingum:
Kjarnutrygging, Restskuldatrygging og  Viðskiftafólkaftrygging - ið allar eru lívstryggingar, og Bráðsjúkutrygging. 

Tað er ikki ein treyt at hava bústaðarlán hjá okkum, fyri at teknað Kjarnutrygging ella Viðskiftafólkatrygging í Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Betri Pensjón um tryggingar.

 

Saman við tínum kundaráðgeva fært tú sostatt avgreitt allar hesar sera týdningarmiklu tænastur á einum staði.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.