Suðuroyar Sparikassi

EftirlønarKonta

Ert tú millum 21 ár og fólkapensjónsaldur, og fult skattskyldugur í Føroyum, so er tað lógarkrav at tú hevur eftirlønarsamansparing. Tað er tó ikki krav, at gjalda eftirløn um inntøkan er lægri enn kr. 3.000. Tað er heldur ikki eitt krav at gjalda eftirløn av hvørjari inntøku, um tú ert yngri enn 21 ár og eldri enn 60 ár. 

Nakrir av fyrimununum við at stovna EftirlønarKontu er, at inngjaldið kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni. Eingin rentuskattur skal gjaldast av samansparingini og EftirlønarKontan er kreditorvard.

Inngjald, sum arbeiðsgevarin ger á EftirlønarKontuna, skal ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni, tí arbeiðsgevarin dregur inngjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni, samstundis sum lønin verður flutt. Tað vil siga, at í hesum føri verður frádrátturin roknaður beinanvegin, og tær nýtist tí ikki at skráseta frádráttin í sjálvuppgávuni.

Fyri persónlig inngjøld eftir 1. januar 2014 verður frádrátturin fyri egnu inngjøldini á EftirlønarKontuna og avrokning av eftirlønarskattinum uppgjørd sama ár, sum ein partur av skattauppgerðini. Tú kanst draga alt inngjaldið á EftirlønarKontuna frá skattskyldugu inntøkuni.

Hevur tú lutvísa inntøku uttanlands, eigur tú at venda tær til TAKS fyri at fáa vegleiðing um frádráttarmøguleikarnar.

Útgjaldstíðin kann í fyrsta lagi byrja, tá tú nært fólkapensjónsaldur t.v.s. 67 ár. Og tað er tá tú avgerð, hvussu samansparingin skal útgjaldast.

Sum meginregla, so skal samansparingin verða útgoldin soleiðis:

Um so er, at tú sum kontuánari doyrt, áðrenn útgjaldstíðin er byrja  og/ella áðrenn øll samansparingin er útgoldin, fellur útgjaldið – um onnur avtala ikki er galdandi - til tilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum.  

Suðuroyar Sparikassi tekur einki ómaks- ella umsitingargjald fyri EftirlønarKontu. Tó eru tænastugjøld, um samansparingin verður flutt í annan stovn.

Tosa við tín kundaráðgeva og dagfør tína EftirlønarKontu. Um tú ikki hevur eina - stovna so eina hjá okkum.

Rokna tína eftirlønarsamansparing her


Pensjónsskattaskipanir fyri 1. januar 2014

Pensjónsinngjøld fyri 1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattað við útgjald - Kapitalpensjón við 35% og Lutapensjón sum A-inntøka.

Pensjónsinngjøld eftir 1. januar 2012. Her verða pensjónsinngjøldini skattaði við 40% við inngjald og eru skattafrí við útgjald.



Tíðindi

  • 24 Apr 2017

    Flaggdagin er stongt
    Flaggdagin 25. apríl eru deildir okkara stongdar. Opið verður aftur mikudagin 26. apríl kl. 9.30.

  • 14 Apr 2017

    Hjálp til Netbankan
    Vit hava víðkað okkara netbankahjálp, so nú ber eisini til at fáa hjálp til Netbankan

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.