Suðuroyar Sparikassi

Einføld fíggjarætlan

Ein av teimum størstu avbjóðingum er at minnast til allar inntøkur og útreiðslur, sum ávirka okkara gerandisdag. Havi eg nú tikið hædd fyri eyka inntøkum/útreiðslum hendan mánaðin?

Einføld fíggarætlan gevur tær eitt greitt yvirlit yvir tær mánaðarligu inntøkurnar og útreiðslurnar.

Tá tú stovnar eina Einfalda fíggjarætlan, verður tú fyrst biðin um at upplýsa ymiskt um tíni viðurskiftir m.a. um tú hevur bil, bát ella heimabúgvandi børn. Út frá hesum upplýsingum, fært tú eitt uppskot til postar í Einføldu fíggjarætlanini.

Við at trýsta á ein fíggjarpost, ber til at inntasta upphæddina fyri hvønn post sær. Tá allar inntøkur og útreiðslur eru inntøppaðar, kanst tú velja at strika tómar fíggjarposar. Hetta gert tú við at velja Strika tómar fíggjarpostar.

Tað ber til eina og hvørja tíð, at leggja postar afturat og/ella strika postar í fíggjararkinum. Hetta gert tú við at velja Nýggj útreiðsla/Nýggj inntøka/Strika fíggjarpost.

Við at stovna Einfalda fíggjarætlan í Netbankanum, fært tú eitt greitt yvirlit yvir mánaðarligu inntøkur og útreiðlsur.

Einføld fíggarætlan sæst ikki aðrastaðni enn í Netbankanum, men tú kanst skriva fíggjarætlanina út og geva kundaráðgevanum hana í samband við broytingar í bankaviðurskiftinum, t.d.umsókn um figging.

 

Soleiðis gert tú Einfalda fíggjarætlan

Einføld fíggjarætlan, við støði í inntøppaðu upplýsingunum, sæst nú á skerminum.

Eftir hetta liggur Einfalda fíggjarætlanin í Netbankanum undir “Gjaldayvirlit”, “Einføld fíggjarætlan”.

Ger egna Einfalda fíggarætlan í Netbankanum.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.