Suðuroyar Sparikassi

FíggjarKonta

FíggjarKonta er ætlað til at flyta allar fastar útreiðslur av, samstundis sum tú flytir eina fasta upphædd inn á FíggjarKontuna mánaðarliga. Soleiðis fært tú javnað føstu útreiðslurnar við einum føstum gjaldi pr. mðr.

Tú kanst sjálv/-ur útrokna hvussu stórar samlaðu útreiðslurnar eru árliga og harvið roknað út, hvussu nógv tú skalt flyta á FíggjarKontuna hvønn mánaða - hetta fyri at hava tøkan pening á FíggjarKontuni til føstu útreiðslurnar. Suðuroyar Sparikassi hjálpir tær fegin við útrokningini.

Føstu útreiðslurnar kunna flytast av FíggjarKontuni umvegis vanliga fasta flyting ella sum flyting gjøgnum GjaldSkipanina.

Umsitur tú sjálv/-ur FíggjarKontuna ber eisini til at gera stakflytingar av FíggjarKontuni.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.