Suðuroyar Sparikassi

Flytingar til og frá útheiminum

Tá tú skalt senda ella móttaka pening frá útheiminum, er neyðugt at tú hevur navn, bústað, IBAN og SWIFT kotu tøkt hjá kontuánara. Hetta fyri at tryggja, at peningurin kemur til rætta móttakara.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Sparekassen Kronjylland um flytingar til og frá útheiminum.

Gevi gætur, at ein flyting til ella frá útheiminum hevur longri avgreiðslutíð, enn ein flyting í Føroyum ella Danmark.

 

Flytingar til útheimin

Ynskir tú at flyta pening til kontu í útheiminum – tvs. uttanríkis – er alneyðugt at tú hevur fulla navn, bústað og IBAN nummarið á móttakandi kontuni og SWIFT/BIC kotuna hjá móttakandi peningastovninum. Annars verður flytingin avvíst.

Tú kanst avgreiða flytingar til útheimin í Netbankanum - Flyting til útlandið, ella við at senda teldupost til utland@ss.fo. 

Flytingar mugu verða skrásettar í Netbankanum fyri kl. 12.00 føroyska tíð, um tær skulu avgreiðast sama dag. Annars verða tær avgreiddar fyrst komandi bankadag.

 

Flytingar frá útheiminum

Í samband við flytingar frá útheiminum, verður tú vinaliga biðin um at upplýsa sendaranum av flytingini:

Sparekassen Kronjylland 
SWIFT/BIC: SUSPFOT1
IBAN nummarið til ta kontu tú ynskir peningurin skal á í Suðuroyar Sparikassa
Navn og bústað á kontuánara í Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi tekur kr. 45 fyri at móttaka flyting úr útheiminum.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.