Suðuroyar Sparikassi

Freistir - flytingar fyri ársskiftið

Freistir fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara í 2017

Flytingar til annan peningastovn:
• fyri "Vanliga flyting" er evstamarkið 28. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)
• fyri "Sama dag flyting" er evstamarkið fríggjadagin 29. desember kl. 11.00 *
• fyri "Her og nú flyting/Skundflyting" er evstamarkið bundið av reglunum hjá móttakandi peningastovni. tó er ein Her og nú flyting vanliga á kontu hjá móttakara stutt eftir at hon er avgreidd, og kann gerast alt samdøgrið, allar dagar í árinum.

Flytingar millum konti í Suðuroyar Sparikassa:
• Fríggjadagin 29. desember 2017 kl. 16.00 (tó í Netbankanum kl. 18.30) .*

Lønarflytingar:

• Hósdagin 28. des. kl. 16.00.

* Til tess at kunna rætta møguligar feilbókingar, verður tó mælt til at avgreiða "Sama dag flytingar" og "Her og Nú/Skundflytingar" í seinasta lagi 28. desember. Hetta soleiðis at tað gevur Suðuroyar Sparikassa møguleika fyri at viðgera møguligar feilir og at avgreiða rættaða flyting tann 29. des.

29. desember er seinasti avgreiðsludagur í 2017.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.