Suðuroyar Sparikassi

Góð ráð um gjalds- og kredittkort

Lokadagur. Ansa eftir lokadegnum á kortinum, tí eftir lokadagin kann kortið hvørki nýtast í handlum, internetinum ella í sjálvtøkum.

Goym kortið trygt. Kanna við jøvnum millumbilum, at kortið ikki er burtur. Kortið er eins persónligt og koyrikort, pass o.t.

Halt eyga við kortið. Lat ikki kortið liggja sjónligt frammi. Í eini keypstøðu, skalt tú allatíðina síggja kortið. Lat ikki nakran fara í eitt annað rúm við kortinum.

Bert tú skalt kenna PIN-kotuna. Upplýs ikki PIN-kotuna fyri nøkrum. PIN-kotan skal undir ongum umstøðum goymast saman við kortinum ella skrivast á kortið. Noyðist tú at hava PIN-kotuna uppskrivað, skalt tú biðja Suðuroyar Sparikassa um PIN-kotu kort, ið er gjørt til endamálið.

Nýt PIN-kotuna við umhugsni. Statt tætt við sjálvtøkuna ella terminalin og halt aðra hondina yvir hina, meðan PIN-kotan verður trýst inn. Verj tína PIN-kotu.

Upplýs ikki PIN-kotuna fyri nøkrum. PIN-kotan skal undir ongum umstøðum goymast saman við kortinum ella skrivast á kortið. Noyðist tú at hava PIN-kotuna uppskrivað, skalt tú biðja Suðuroyar Sparikassa um PIN-kotu kort, ið er gjørt til endamálið.Statt tætt við sjálvtøkuna ella terminalin og halt aðra hondina yvir hina, meðan PIN-kotan verður trýst inn. Verj tína PIN-kotu.

Minst til at hyggja eftir upphæddini. Ansa eftir, at dagfesting og upphædd eru rættar. Eru hesar ikki rættar, skalt tú ikki góðkenna/skriva undir keypið. Tá ið tú skrivar undir notu úr sleðu, og teigarnir frammanfyri upphæddina ikki eru fyltir út, skalt tú seta striku ella kross í hesar, soleiðis at upphæddin seinni ikki kann verða broytt.

Kort nýtlsa. Nýt bert kort í sjálvtøkum, handlum ella internetinum har lýst verður við eyðkennismerkjum fyri kort. Hesi eyðkennismerkir eru búmerkini fyri t.d. VISA og MasterCard. 

Minst til at føra roknskap. Goym kvittanina og samanberið hana við kontuavrit ella á Netbankanum.

Minst til pass. Um tú skalt takað pening út í einum útlendskum peningastovni, spyr peningastovnurin ofta eftir passi.

Goym ikki kortið ov nær við magnetiskt svað (felt). Goym ikki kortið ov nær við magnetum, t.d. magnetlásum í taskum ella elektróniskum tólum, tí tað kann hava við sær, at kortið verður oyðilagt.

Verður kortið mist burtur ella stolið, skal sigast frá beinanvegin. Í avgreiðslutíð bankans verður boðað frá til Suðuroyar Sparikassa á tlf. 359870. Uttan fyri avgreiðslutíð bankans verður boðað frá til Nets í Danmark á tlf. +45 44 89 29 29 (VISA/Dankort) og +45 44 89 27 50 (MasterCard). Tú verður biðin um at upplýsa navn og bústað, peningastovn, og gjarna kort- og kontunummar. Kortið verður beinanvegin sperrað og kann ikki longur nýtast.

 

Keyp við korti á internetinum

Ansa eftir kortnummarinum. Upplýs einans kortnummarið, tá ið tú skalt gjalda fyri okkurt. Tað kemur fyri, at fólk verða biðin um kortnummar sum part av samleikaprógvi ella fyri at sleppa víðari á aðra síðu – í slíkum førum skalt tú ikki upplýsa nummarið.

Verja av dáta í danska ríkinum. Í øllum handlum á internetinum í danska ríkinum verða gjaldsupplýsingar tínar vardar við sonevndari SSL-dulriting. Tú kanst lættliga kanna, hvørt sambandið millum teldu tína og nethandilin er trygt: Er sambandið trygt, sæst eitt heingilás niðast í høgra horni á skíggjanum. Kortnummarið skal ikki skrivast uttan so, at sambandið er trygt.

Verja av dáta í útheiminum. Keypast kann eisini við kortum í nethandlum uttan fyri danska ríkið, men summir nethandlar nýta enn ikki SSL-dulriting fyri at verja inngjaldsupplýsingar. Sambandið verður kannað á sama hátt sum sambandið við danskar handlar. Kortnummarið skal ikki skrivast, um sambandið ikki er trygt.

Tekna hald, goldið við kortinum. Tá ið tú teknar hald, gevur tú nethandlinum loyvi til sjálvur at flyta pening av kontu tínari. Tí er tað umráðandi, at tú lesur treytirnar í handlinum væl, áðrenn keypt verður.

Nýtt kort. Tá ið tú fært nýtt kort, verður kortnummarið broytt. Hevur tú gjørt avtalu um hald við gjaldskortinum á netinum, skalt tú boða nethandlinum frá, soleiðis at avtalan kann halda áfram.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.