Suðuroyar Sparikassi

Høvuðssponsor hjá TB-flogbólti













Suðuroyar Sparikassi og TB-flogbóltur hava gjørt eina tvey ára sponsoravtalu.

Vit í TB-flogbólti fegnast um stuðulsavtaluna. Tað er eingin ivi um, at stuðlar av hesum slagnum hava stóran týdning fyr okkum. Fíggjarliga er hetta eitt trygt grundarlag fyri felagið, soleiðis at nevndin kann hava størri fokus á framhaldandi menning av felagnum.

TB-flogbóltur takkar Suðuroyar Sparikassa fyri stuðulin og fyri gott samstarv annars. 












Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa gleðist um avtaluna.

Fólkini aftanfyri TB-flogbóltin hava í fleiri ár gjørt eitt stórt ungdómsarbeiði, og hevur hetta givið úrslit - bæði í FM-heitum og við at leikarar eru úttiknir til landslið.

Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin um avtaluna við TB-flogbóltin, sigur Petur Óli, og leggur afturat, at orsøkirnar til samstarvið millum annað eru, at TB-flogbólturin er eitt virkið felag sum gagnar børnum og ungdómi í Suðuroynni – okkara framtíð.

Samstundis verður Suðuroyar Sparikassi enn meira sjónligur í Suðuroynni.



Tíðindi

  • 24 Apr 2017

    Flaggdagin er stongt
    Flaggdagin 25. apríl eru deildir okkara stongdar. Opið verður aftur mikudagin 26. apríl kl. 9.30.

  • 14 Apr 2017

    Hjálp til Netbankan
    Vit hava víðkað okkara netbankahjálp, so nú ber eisini til at fáa hjálp til Netbankan

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.