Suðuroyar Sparikassi

OgnarEftirløn

– møguleika at gera tað, tú hevur hug til.

Ert tú ein av teimum mongu ið sita skuldarfrí í sethúsum? Ert tú ein av teimum mongu, ið ikki hava aðra inntøku enn tað vanligu fólkapensjónina? Hugsar tú um at arbeiða niðursetta tíð? Ella vilt tú hava møguleika at gera tað, tú hevur hug til? - so hevur Suðuroyar Sparikassi eitt munagott tilboð til tín.

OgnarEftirløn er ein tænasta, sum Suðuroyar Sparikassi bjóðar tær, ið er yvir 60 ár, eigur fasta ogn og hevur frívirði í t.d. sethúsunum.

Við OgnarEftirløn fært tú møguleika at brúka uppsparingina, sum er í frívirðinum í eini fastari ogn, ígjøgnum tíni eftirlønarár.

Tú fært eitt mánaðarligt útgjald í upp til 20 ár, við støði í frívirðinum. OgnarEftirløn er eitt slag av láni, har ið lánið hækkar so hvørt tú fært eitt útgjald.

Fasta ognin, ið er grundarlagið fyri OgnarEftirlønini, verður virðismett 5. hvørt ár.

OgnarEftirløn kann soleiðis gerast eitt munagott ískoyti til tín, ið  er komin upp í árini og bert hevur vanligu fólkapensjónina at dúva uppá.

OgnarEftirløn kann geva tær møguleika at gera tað tú hevur hug til.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.