Suðuroyar Sparikassi

CO2 Lán

- minni orkuútreiðslur, betri umhvørvi.

Kanst tú svara ja til eitt ella fleiri av omanfyri nevndu spurningum, so er CO2 lán nakað fyri teg.

CO2 lán verður fíggja sum vanlig bústaðarfígging, tó við lægri rentu enn eitt vanligt bústaðarlán.

At gera orkubetrandi átøk í tín bústað kostar sjálvandi pening her og nú, men tað loysir seg við framtíðini í huga. Tú fært betri bústað og lægri mánaðarligar útreiðslur.

Somuleiðis fært tú eitt betri inniklima, og bústaðurin fáa hægri virðið og gerast áhugaverdari í samband við eina møguliga sølu ella fíggjarhækkan.

Suðuroyar Sparikassi bjóðar, saman við Sp/f Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingum, tær at fáa kannað sethúsini og fáa ráðgeving í hvussu tú kanst gera orkubetrandi íløgur, so tú kanst minka um útreiðslurnar til olju og/ella streym. Samstundis ert tú sum borgari við til at minka um CO2útlátið.


Hvussu gert tú orkubetrandi íløgur í tín bústað

Veljast kann millum 3 ymsar pakkar:


Við støði í einum av orkupakkunum frá Sp/f Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingum, fært tú eitt orkutilmæli og eina kostnaðarmeting fyri hvussu tú kanst gera orkubetrandi íløgur í júst tín bústað, og við støði í orkutilmælinum vil Suðuroyar Sparikassi so viðgera umsóknina hjá tær um fígging.

 

Orkubetrandi átøk

Ymiskt er, hvussu nógv eitt húsarhald kann spara við ymsu átøkunum. Tað veldst um, hvussu væl húsini eru gjørd viðvíkjandi bjálving, tættleika, vindeygu og hitaverki. Niðanfyri er dømi, sum vísir, hvussu nógvir litrar av olju kunnu sparast um árið, um orkubetrandi átøk verða framd.

Bygningslutir                                                             Oljunýtsla í litrum fyri 1 m2 í 1 ár
Vindeygu við 1 glasi                                                                          79
Vindeygu við 2 gløsum                                                                     38
Vindeygu við 3 gløsum                                                                     28
Útveggur uttan bjálving                                                                    25
Útveggur við 50 mm bjálving                                                            8,5
Útveggur við 100 mm bjálving                                                          5,7
Útveggur við 150 mm bjálving                                                          4
Útveggur við 200 mm bjálving                                                          3   





Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.