ByggiLán
Skalt tú byggja ella um-/útbyggja bjóðar Suðuroyar Sparikassi byggilán, ið er eitt slag av einum byggi kreditti. Byggilánið verður játtað við eini maks upphædd og so hvørt rokningarnar til sjálva byggingina skulu rindast, flytir Suðuroyar Sparikassi peningin av byggiláninum.
Fígging til egnan bústað gevur rætt til rentustuðul. Treytin er, at tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum og býrt í húsinum.
Fyri at fáa eitt byggilán er tað avgerandi, at tú hevur gjørt tær eina kostnaðar- og tíðaræltan, og fingið byggiloyvið frá kommununi ella avvarandi myndugleika.
Minst til at boða tínum tryggingarfelagi frá, tá ið tú um- ella útbyggir.
Tá ið byggingin er liðug, verður byggilánið, eftir nærri avtalu, avloyst av einum bústaðarláni.