Suðuroyar Sparikassi

BústaðarLán

Hugsar tú um at keypa ella byggja egnan bústað, so kann Suðuroyar Sparikassi bjóða tær bústaðarlán við variablari rentu.

Tú kanst til eina og hvørja tíð broyta inngjaldið til lánið, og lætt gera broytingar í láninum, so gjaldið passar til tíni fíggjarviðurskfiti. 

 

Lániumsókn og treytir

Í samband við viðgerðina av eini lániumsókn verður serliga hugt eftir gjaldsvilja og gjaldsevni - herundir tiltøkupeningi. 

Sum trygd fyri eitt bústaðarlán krevur Suðuroyar Sparikassi trygd í ognini. Tað merkir, at Suðuroyar Sparikassi fær ein tinglýstan 1. veðrætt á ognini. Somuleiðis krevur Suðuroyar Sparikassi, at ognin er tryggjað hjá einum tryggingarfelagi. 

Bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa er vanliga býtt millum 1. og 2. veðrættar lán - munurin millum veðrættarnir er virðið á veðrættarstøðini og rentan. 

Fígging til egnan bústað gevur rætt til rentustuðul. Treytin er, at tú ert undir fullari skattskyldu í Føroyum og býrt í húsinum.  



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.