Fartelefonirnar gerast betri allatíðina. Tí verður eisini leypandi arbeitt við at gera Netbankan sum app lættariog tryggari hjá tær at brúka.

Vit mæla tær tí til at dagføraNetbankan sum app á snildfonini til í minsta lagi útgávu 6.7.0 innan 1.desember 2017, tá trygdin verður dagførd. Verður appin ikki dagførd, kann verðatrupult at brúka Netbankan á snildfonini.

GG! Eftir 1. desember 2017 fer ikkiat bera til at brúka iPhone 4 ella eldri til Netbankan sum app. Tað sama ergaldandi fyri Android telefonir við stýriskipan eldri enn 5.0.0. Hetta erorsakað av, at stýriskipanirnar á hesum snildfonum ikki kunnu dagførast tilnýggjastu útgávuna.


Spurningar og svar viðv.dagføring av trygdini í Netbankanum sum app

Spurningur: Hví er neyðugt at dagføra trygdina?
Svar: Trygdarloysnirnar hava eina livitíð uppá2-3 ár og skulu tí dagførast regluliga.

Spurningur: Hvussu dagføri eg netbanka-appina til nýggjastuútgávuna?
Svar: Far inn í App Store (iOS) ella Google Play(Android) og dagfør til nýggjastu útgávu. 

Spurningur: Eg havi roynt at dagføra til nýggjastuútgávuna, men har er eingin nýggj útgáva av netbanka-appini, sum eg kanndagføra til.
Svar: 
Tað kann vera, tí at stýrisskipanin á tínitelefon er gomul og skal dagførast fyrst. 

Spurningur: Hvussu síggi eg, hvørja útgávu avstýrisskipanini eg havi á mínari iPhone?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini: https://support.apple.com/da-dk/HT201685 Útgávanskal vera í minsta lagi 9.3.5. 

Spurningur: Hvussu dagføri eg stýrisskipanina áIphone?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini: https://support.apple.com/da-dk/HT204204
GG! Um tú ikki hevur møguleika at dagføra til í minsta lagi versjón 9.3.5 ertað tí, at Apple metir tína telefon at vera ov gamla til hesa útgávuna. 

Spurningur: Hvussu síggi eg, hvørja útgávu avstýrisskipanini eg havi á Android telefonini?
Svar: Fylg hesari vegleiðingini (ikki líka á øllumtelefonum):
https://support.google.com/nexus/answer/4457705?hl=da -útgávan skal ikki vera eldri enn 5.0.0

Spurningur: Hvussu dagføri eg stýrisskipanina áAndroid.
Svar: Fylg hesari vegleiðingni (ikki líka á øllumtelefonum): https://support.google.com/nexus/answer/4457705?hl=da
GG! Um tú ikki fært møguleikan at dagføra til útgávu 5.0.0 ella nýggjari,merkir tað, at telefonframleiðarin hevur avgjørt ikki at gera hesa útgávuatkomiliga.

Spurningur: Appin sigur ’ókend villa’ tá eg riti inn.
Svar: Tú skal dagføra til nýggjastu útgávu av netbankaappini.

Spurningur: Hvat merkir tað fyri meg, at eg ikki kanndagføra til nýggjastu útgávu av appini, tí stýrisskipanin er ov gomul?
Svar: Tað merkir, tíverri, at eftir 1. desember fer taðikki at vera møguligt hjá tær at brúka appina. Tú kanst tó framvegis brúka Netbankanvið at rita inn við kaganum á telefonini.