Eftirløn og tryggingar

Eftirløn

Hvønn livifót ynskir tú tær, tá ið tú fert uppá pensjón?

Árini ganga skjótt og áðrenn tú veitst, hevur tú rokkið eftirlønaraldur.Men hevur tú fyrireikað teg til henda partin av lívinum? Nøkur vilja siga ja,meðan onnur ivast - og tey flestu gáa kanska als ikki um spurningin... 

Endamálið við EftirlønarKontu er, at tú kanst fáa eitt betri peningaligtrásarúm til eldraárini. 

Eftir 1. januar 2014 er tað eitt lógarkrav, at persónar millum 21 ár ogfólkapensjónsaldur, rinda minst 1% av inntøkuni til eftirløn. Talan er bæði umA- og B-inntøku. Tað er tó ikki krav at gjalda eftirløn um inntøkan er lægrienn kr. 3.000. Tað er heldur ikki eitt krav at gjalda eftirløn av hvørjari inntøku, um túert yngri enn 21 ár og eldri enn 60 ár. 

Eftirlønargjaldið hækkar 1% stig hvørt ár, t.v.s. at eftirlønargjaldið í2015 er 2%, í 2016 3% o.s.fr. upp til 15%. Persónar, ið eru føddir fyri 1.januar 1954, hava tó ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn. 

Tað er einki hámark fyri hvussu nógv tú kanst gjalda inn á tínaEftirlønarKontu. Og inngjøld í 2012 og 2013 kunnu flytast inn á ta nýggjuEftirlønarKontuna. 

Tær nýtist ikki at hava lønarkontu í Suðuroyar Sparikassa, fyri at stovnaEftirlønarKontu hjá okkum. 

 

Tryggingar

Í Suðuroyar Sparikassa hevur tú nógvir møguleikar at tryggja fíggjarliguframtíðina, um tú brádliga verður sjúk/-ur ella skuldi doyð. 

Suðuroyar Sparikassi bjóðar hesi sløg av tryggingum:
Kjarnutrygging, Restskuldatrygging og  Viðskiftafólkaftrygging - ið allareru lívstryggingar, og Bráðsjúkutrygging. 

Tað er ikki ein treyt at hava bústaðarlán hjá okkum, fyri at teknaðKjarnutrygging ella Viðskiftafólkatrygging í Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Betri Pensjón um tryggingar.

 

Saman við tínum kundaráðgeva fært tú sostatt avgreitt allar hesar seratýdningarmiklu tænastur á einum staði.