Suðuroyar Sparikassifegnast stórliga um fólkavøksturin í Føroyum. Og sum orðatakið sigur: “Vandi er í hvørjari vælferð”.

”Eg havi fylgt neyvtvið í almenna kjakinum um bústaðartrupulleikarnar í Føroyum, har iðsethúsaprísirnir eru nógv hækkaðir og útboðið er ov lítið. Í kjakinum verðurm.a. ført fram, at neyðugt verður í skundi at byggja fleiri  hundraðnýggjar bústaðir, eins og ljós verður varpað á at fleiri bústaðir standa tómirkring landið. Men ein onnur loysn liggur eisini beint fyri durunum – einloysn við nýtslu av verandi sethúsum, sum kann viðvirka til at skapa meiri dynamikk á føroyska bústaðarmarknaðinum. Loysnin ger tað møguligthjá ungum familjum og støkum at seta føtur undir egið borð, geva eldrimøguleikan fyri at vera búgvandi longri heima í kenda grannalagnum ogsamstundis fjálga sær um tilveruna.Loysnin fyri nøkur kann vera  heildarognarpartar“–sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Ein heildarognarpartur(‘ideel anpart’) snýr seg um, at tveir eigarar eiga eitt og sama matrnr, menteir eiga hvør sín heildarognarpart, sum teir óheft av hvørjum øðrum kunnaselja og seta sum trygd fyri láni í bankanum. Hetta er rímuliga vanligt í td.Danmark, har ið fólk javnan selja og keypa eina ‘villalejlighed’.

Treytin fyri heildarognarpartarer, at eigararnir kunna semjast um brúksrættin til ognina, herundir viðlíkahaldv.m. – hetta verður gjørt í einum samognarsáttmála. Ognin verður tí ikkisundurmatrikulerað. Víðari sigur Søren L. Bruhn at ”Suðuroyar Sparikassi viðat varpa ljós á heildarognarpartar vónar at kjakið verður meiri fjøltáttað”, og vísir samstundis á at “tað møguligaskal ein hugburðsbroyting til fyri lutvíst at loysa bústaðartrupulleikan við heildarognarpørtum”.

Eigur tú td í dag einisethús í tveimum hæddum, sum eru vorðin ov stór – men tú kundi samstundishugsað tær at blivið búgvandi í fyri teg kenda grannalagnum? So eru heildarognarpartarein loysn. Harvið koma samstundis fleiri bústaðir út á marknaðin.

Suðuroyar Sparikassifíggjar gjarna heildarognarpartar - eins og bankar gera aðrastaðni - á jøvnumføti við t.d. sethús, raðhús og eigaraíbúðir – tí heildarognarpartar víðka umbústaðarmarknaðin og geva fleiri møguleikan fyri at búgva, virka og trívast íFøroyum.

Vágur, 2. oktober 2017

Søren L. Bruhn
Fartelefon:239872
Teldupostbústaður:soren@ss.fo