Á 75 ára føðingardagshaldinum 27. oktober 2018,almannakunngjørdi stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, at SuðuroyarSparikassi hevur gjørt samstarvsavtalu við danska realkredittstovnin DLR.

Suðuroyar Sparikassi fegnast um avtaluna, sum gevur kundunumenn fleiri møguleikar fyri at fáa fíggja sín bústað – eisini fasta rentu.

Suðuroyar Sparikassi væntar at koma á marknaðin við realkredittfígginginií samstarvi við DLR á vári 2019.

Spurningar um samstarviðvið DLR kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.