Á regluligum eftirliti í juni í ár kannaði Fíggjareftirlitið øllhøvuðsøkini hjá Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi er nøgdur við, at Fíggjareftirlitið undirstrikar, atútlánini hjá Suðuroyar Sparikassa eru trygg, tí flestu útlánini hjá SuðuroyarSparikassa hava trygd í 1. veðrætti í sethúsum. Og Suðuroyar Sparikassi hevureitt nú økt um sín marknaðarpart í Tórshavn. 

Suðuroyar Sparikassi er eisini nøgdur við, at Fíggjareftirlitið ikki hevðiviðmerkingar til uppgjørda solvenstørvin. 

Fíggjareftirlitið kravdi, at Suðuroyar Sparikassi skuldi niðurskriva 0,1%av samlaðu útlánunum. Suðuroyar Sparikassi framdi longu niðurskrivingarnar í 2.ársfjórðingi 2017. Hetta vísir, at Suðuroyar Sparikassi hevur eina varnakredittstrategi, sum er í samsvari við visjónina hjá Suðuroyar Sparikassa um atvera ein tryggur peningarstovnur. 

Suðuroyar Sparikassi tekur boðini frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektarog hevur longu avgreitt tey. Suðuroyar Sparikassi arbeiðir samstundis allatíðina við at betra um sínar mannagongdir. 

Fíggjareftirlitið gjørdi vart við, at Suðuroyar Sparikassi hevur ein lágangrundrakstur. Orsøkirnar til lága grundraksturin eru m.a. tey tryggu útláninivið lægri rentu, og tann harða  kappinginí Føroyum, sum í verandi støðu er í andsøgn við politiska lógarkravið um eykabjálving av føroysku peningastovnunum. 

Suðuroyar Sparikassi hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin, fyri framhaldandiat vera ein sterkur peningastovnur. 

Frágreiðingin frá regluligu vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í Suðuroyar Sparikassaí juni 2017 er tøk á heimasíðuni ss.fo.

Eru spurningar til frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum, kunnu tit setatykkum í samband við Søren L. Bruhn, stjóra á tlf 239872 ella á telduposti soren@ss.fo.

Tak niður

Redegørelse om inspektion i Suduroyar Sparikassi P/F