Suðuroyar Sparikassi økir áhaldandi um sítt virksemi og kann vísa á eittmunandi betri hálvársúrslit fyrra hálvár 2017.

Sparikassin er sera væl nøgdur við ta positivu gongdina, og væntar, at samagongdin heldur fram árið út.

Yvirskotið áðrenn skatt er kr. 1,1 mill. kr. – ein betring á 20% í mun til2016.

Útlán hjá Suðuroyar Sparikassa eru økt við 3% - úr 560 mió. kr. til 577mió. kr. Innlánini vuksu við 6% - úr 705 mió. kr. til 747 mió. kr. Vøksturin íútlánunum er í høvuðsheitum til sethús, og innlánini serliga til konti uttanuppsøgn.

Suðuroyar Sparikassi væntar tó, at útlánini við ársenda í 2017 eruminkaði  orsakað av eini tillaging tilnýggj og strangari krøv til at styrkja peningastovnarnar komandi árini.

Suðuroyar Sparikassi hevur í fyrra hálvári 2017 lækkað innlánsrenturnar oghækkað ómaksgjøldini. Tillagingin sæst væl í betringini av grundrakstrisparikassans, sum er betraður við 136 % úr 1.032 tkr. til 2.439 tkr. í 2017.

Solvensurin  er 15,0 %  og solvenstørvurin er 10,3 %. SuðuroyarSparikassi hevur ein yvirdekning uppá 46 %. Suðuroyar Sparekassi lýkur  soleiðis væl og virðiliga øll krøv tilbankavirksemi. Hetta avspeglar eisini Eftirlitsdiamantin hjáFíggjareftirlitinum.

Flex Funding og heimasíðan www.flexfunding.fo lótu alment upp í Føroyum 29. mai. Flex Funding gevurfyritøkum møguleika at søkja um lán frá privatum og fyritøkum, og gevursamstundis privatum og fyritøkum møguleika fyri at fáa eitt hægri avkast avsínum pengum. Minsta upphæddin lán kann søkjast um á Flex Funding er 200.000kr.

Klædnahandilin Bob and Marilyn’ssuitcase var fyrsta føroyska fyritøkan, sum søkti um fígging gjøgnum FlexFunding. Tað var sera stórur áhugi í at veita fyritøkuni lán, tí lánið varðyvirteknað 2,5 ferðir. Fleiri føroyingar vóru millum lánveitararnar.

Føroyski kaffimaskinuveitarin ATB Andersen er næsta føroyska fyritøkan, iðhevur fingið fígging gjøgnum pallin, og enn fleiri fyritøkur eru á veg út ápallin eftir fígging. 

Suðuroyar Sparikassi hevði almenna móttøku 19. mai í nýggju hølunum áStaravegi 9 í Havn.

Suðuroyar Sparikassi lat á móttøkuni tiltakinum “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi eina peningagávu,og Benjamin Rajani spældi fleiri av sínum frálíku løgum. Alt í alt var hettaein sera hugnaligur dagur.

Suðuroyar Sparikassi luttók eisini á Orkustevnuni í Havn við CO2 láninum.CO2 lán er eitt lán, ið verður veitt privatum til orkubetringar, harbústaðurin fyrst verður orkukannaður, soleiðis, at betringarnar av húsinum eruso skilagóðar og orkusparandi sum møguligt.

Danska váðaráðið hevur økt kravið til polstringina av føroyskumpeningastovnunum frá 1. januar 2018 við 1 % stigi, orsakað av tí góðufíggjarligu støðuni í Føroyum. Suðuroyar Sparikassi er í góðari tíð farin íholt við at tillaga virksemið til herdu krøvini, so avleiðingarnar vera solítlar sum møguligt.

Suðuroyar Sparikassin væntar, at ársúrslitið fyri 2017 áðrenn skatt verður2,4 mió. kr.


Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setast SørenL. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.