Viðskiftatreytir

Í feltinum í vinstru síðu kanst tú lesa um viðskiftatreytir og aðrar mannagongdir ímillum Suðuroyar Sparikassa og teg sum kunda.

Millum annað er ein kunngerð sett í gildi, sum ger, at allir kundar í Suðuroyar Sparikassa, stovnaðir eftir 1. januar 1999, skulu út fylla skjal um hvítvasking. Kunngerðin er ein liður í at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangsvirksemi. 

Somuleiðis er mannagongd í samband við klagumøguleikar. Suðuroyar Sparikassi leggur dent á at veita góða ráðgeving, men vit eru øll "bara" menniskjur og tað kann koma fyri, at tú sum kundi ikki følir teg rætt viðfarnan.