Suðuroyar Sparikassi

Keyp trygt á netinum 

Um tú keypir á netinum, kanst tú koma út fyri at handilin krevur at títt/tíni kort eru tilmeldaði Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / MasterCard Secure Code fyri at kunna keypa frá teimum.

30. oktober 2013 kom nýggj mannagongd í samband við Verified by Visa / MasterCard Secure Code í gildi. Skrásetingar áðrenn 30. oktober 2013 eru tí óvirknar.

Við verandi trygdarloysn fært tú eina einnýtiskotu sendandi við sms-boðum á tína fartelefon, hvørja ferð tú keypir á nethandlum, ið eru knýttar at Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / MasterCard Secure Code.

Vilt tú melda títt/tíni kort til Dankort Secured by Nets / Verified by Visa / MasterCard Secure Code, mást tú seta teg í samband við okkum á tel. 359870 ella senda teldupost til tín kundaráðgeva, so skráseta vit títt/tíni kort.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.