Suðuroyar Sparikassi

Kort

Suðuroyar Sparikassi bjóðar kundum sínum fleiri ymisk sløg av kortum. Tí er skilagott at lesa um ymsu hentleikarnar kortini hava, soleiðis at tú sært hvat kort hóskar best til tín.

Tað ber til at hava fleiri ymisk kort knýtt at somu kontu, og tað eru góð hyggjuráð altíð at hava tvey kort, serliga tá ið tú fert at ferðast. Kort kunnu brotna, blíva burturmist ella verða óvirkin.

Um tú ynskir eitt gjalds- og/ella eitt kredittkort, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Tað tekur umleið 7-10 arbeiðsdagar frá tí degi, at kortið er játtað og bílagt, til at tú fært kortið og PIN-kotuna sendandi við postinum.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.