Suðuroyar Sparikassi

Lívstrygging

Tá ein av okkum doyr, hevur hetta stóra ávirkan á tey, ið eftir sita. Familjan hevur mist ein av sínum kæru, og ein heilt nýggjur gerandisdagur skal fáast at virka.

Hjá flestum okkara fyllir gerandisdagurin so nógv, at vit hvørki hava hug ella stundir til at hugsa um avleiðingarnar, skuldi okkara hjúnafelagi ella maki doyð.

Hendir tað óhugsandi, situr ein ikki bert eftir í sorg, men eisini við heilt øðrvísi fíggjarligum fyritreytum.

Hvussu verður fíggjarliga støðan hjá eftirsitandi um eg doyggi áðrenn 67 ára aldur? Henda spurning eiga vit øll at taka upp við jøvnum millumbilum, fyri at tryggja okkum, at eftirsitandi ikki koma í fíggjarligt óføri, um eg skuldi doyð. Somuleiðis eiga vit at spyrja okkum sjálvi “hvønn ynski eg at tryggja og hvussu”.


Hvussu støðan er tá ein doyr, veldst um fleiri viðurskifti



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.