Suðuroyar Sparikassi

Loysn á bústaðartrupulleikunum liggur beint fyri durunum

Suðuroyar Sparikassi fegnast stórliga um fólkavøksturin í Føroyum. Og sum orðatakið sigur: “Vandi er í hvørjari vælferð”.

”Eg havi fylgt neyvt við í almenna kjakinum um bústaðartrupulleikarnar í Føroyum, har ið sethúsaprísirnir eru nógv hækkaðir og útboðið er ov lítið. Í kjakinum verður m.a. ført fram, at neyðugt verður í skundi at byggja fleiri  hundrað nýggjar bústaðir, eins og ljós verður varpað á at fleiri bústaðir standa tómir kring landið. Men ein onnur loysn liggur eisini beint fyri durunum – ein loysn við nýtslu av verandi sethúsum, sum kann viðvirka til at skapa  meiri dynamikk á føroyska bústaðarmarknaðinum. Loysnin ger tað møguligt hjá ungum familjum og støkum at seta føtur undir egið borð, geva eldri møguleikan fyri at vera búgvandi longri heima í kenda grannalagnum og samstundis fjálga sær um tilveruna. Loysnin fyri nøkur kann vera  heildarognarpartar“– sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Ein heildarognarpartur (‘ideel anpart’) snýr seg um, at tveir eigarar eiga eitt og sama matrnr, men teir eiga hvør sín heildarognarpart, sum teir óheft av hvørjum øðrum kunna selja og seta sum trygd fyri láni í bankanum. Hetta er rímuliga vanligt í td. Danmark, har ið fólk javnan selja og keypa eina ‘villalejlighed’.

Treytin fyri heildarognarpartar er, at eigararnir kunna semjast um brúksrættin til ognina, herundir viðlíkahald v.m. – hetta verður gjørt í einum samognarsáttmála. Ognin verður tí ikki sundurmatrikulerað. Víðari sigur Søren L. Bruhn at ”Suðuroyar Sparikassi við at varpa ljós á heildarognarpartar vónar at kjakið verður meiri fjøltáttað”, og vísir samstundis á at “tað møguliga skal ein hugburðsbroyting til fyri lutvíst at loysa bústaðartrupulleikan við heildarognarpørtum”.

Eigur tú td í dag eini sethús í tveimum hæddum, sum eru vorðin ov stór – men tú kundi samstundis hugsað tær at blivið búgvandi í fyri teg kenda grannalagnum? So eru heildarognarpartar ein loysn. Harvið koma samstundis fleiri bústaðir út á marknaðin.

Suðuroyar Sparikassi fíggjar gjarna heildarognarpartar - eins og bankar gera aðrastaðni - á jøvnum føti við t.d. sethús, raðhús og eigaraíbúðir – tí heildarognarpartar víðka um bústaðarmarknaðin og geva fleiri møguleikan fyri at búgva, virka og trívast í Føroyum.

Vágur, 2. oktober 2017

Søren L. Bruhn
Fartelefon: 239872
Teldupostbústaður:soren@ss.fo


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.