Suðuroyar Sparikassi

Mastercard Debitt

Mastercard Debitt kortsløgini geva tær tann tryggleika, at tú í mesta lagi kanst hava eina kortnýtslu svarandi til ta upphædd tú hevur á kontuni. Nýtslu upphæddin verður skuldskriva beinanvegin kortið verður nýtt. 

Suðuroyar Sparikassi bjóðar hesi sløg av Mastercard Debitt kortum: Young, Silvur, Standard, Gull og Platinum.

 

Mastercard Young

Mastercard Young er til ung í aldrinum 13-17 ár. Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 30.000. Hámarkið fyri at taka pening út í sjálvtøkum er kr. 2.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 10.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Møguleiki er fyri at fáa Mastercard Young við egnari mynd. Trýst her um tú vilt fáa egna mynd á kortið, og harvið gera kortið enn meiri persónligt.

 

Mastercard Silvur

Mastercard Silvur er til ung í aldrinum 18-29 ár. Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 30.000. Hámarkið fyri at taka pening út í sjálvtøkum er kr. 5.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 30.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Møguleiki er fyri at fáa Mastercard Silvur við egnari mynd. Trýst her um tú vilt fáa egna mynd á kortið, og harvið gera kortið enn meiri persónligt.

Við Mastercard Silvur fylgja longd vørutrygging og ”event” avlýsingstrygging. Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og teldu verður longt við upp til 2 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Silvur her.

 

Mastercard Standard

Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 30.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 5.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 30.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Møguleiki er fyri at fáa Mastercard Standard við egnari mynd. Trýst her um tú vilt fáa egna mynd á korti, og harvið gera kortið enn meiri persónligt.

 

Mastercard Gull

Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 50.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 6.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 50.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Við Mastercard Gull fylgja ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánara, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og kortánarans børn yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum.

Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Gull her.

 

Mastercard Platinum

Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagar er kr. 100.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 10.000 pr. leypandi 24 tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 100.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.

Við Mastercard Platinum fylgja góð ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánaran, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og kortánarans børn yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum. Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár.  Fyri at longd vørutrygging skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við Mastercard Platinum kortinum, og kvittan fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Platinum her

Mastercard Platinum gevur tær eisini høvi at fáa eitt Priority Pass – hetta kort er persónligt og gevur tær møguleika at nýta lounges í ymsum býum í verðini. Í Danmark gevur Priority Pass tær høvi at vitja lounges í floghavnunum í Billund og í Keypmannahavn. Við Priority Pass hevur tú høvi til at nýta lounges, líka mikið hvørjum flogfelagi tú ferðast við ella hvønn ferðaseðil tú hevur. Somuleiðis hevur tú møguleika at bjóða gestum innar við. Kostnaðurin er $30 fyri hvønn, hvørja ferð ein lounges verður vitjað. Sí meiri um Priority Pass her. Priority Pass skal bíleggjast í peningastovninum.

 

Samanber Mastercard kortsløgini her.
Her kanst tú síggja hvørjir ágóðar eru við Mastercard kortsløgunum.
Les um spurningar og svør frá Mastercard her.

Um Mastercard hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.