Suðuroyar Sparikassi

Oddi

Í Suðuroyar Sparikassa ber til at stovna eina Oddakontu, so skjótt barnið hevur fingið p-tal. Tá ið eitt Vøggugávubræv verður fylt út og latið okkum, verður ein Oddakonta stovnað, og barnið fær eina gávu og 100 krónur inn á kontuna frá Odda. Vøggugávubrævið fæst í deildum bankans og skal latast inn, áðrenn barnið fyllir 1 ár, tó kann ein Oddakonta verða stovnað, til barnið fyllir 12 ár. 

Til ber bara at stovna eina Oddakontu fyri hvørt barnið.

Her kanst tú rokna, hvat ein føst flyting t.d. hvønn mánað gevur barninum í samansparing.

Føst flyting til Oddakontu kann verða stovnað í netbankanum ella í deildum okkara. Flytingin kann altíð verða sett í bíðistøðu ella verða steðgað. 

Oddakontan er bundin, til barnið fyllir 13 ár. 

Tá ið barnið er vorðið 13 ár, verður kontan broytt til eina PULS samansparingarkontu, um ikki annað er avtala. PULS samansparingarkontan hevur eisini eina góða rentu.

Tá ið Oddakundi hevur føðingardag, er hann vælkomin inn í eina av deildum okkara at fáa innbjóðingarkort og ballónir til føðingardagin.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.