Suðuroyar Sparikassi

Persónsupplýsingar

Persónsupplýsingar verða útvegaðir og viðgjørdir

Tá eitt nýtt kundaviðurskifti verður stovnað, útvegar Suðuroyar Sparikassi ymsar persónsupplýsingar, m.a. navn, bústað og persónstal, at brúka í sambandi við  tilboð um ymsar fíggjarligar veitingar, herímillum kundaráðgeving, kundarøkt, kundafyrisiting, kredittmeting og marknaðarføring.

Tá gjaldsmiðling verður nýtt, herímillum kreditt- og gjaldskort, kekkar, netbanka o.a., verða upplýsingar útvegaðir frá handlum, peningastovnum og øðrum. Hesar upplýsingar verða einans útvegaðir fyri, at Suðuroyar Sparikassi kann fremja gjaldingina rætt og gera kontuavrit, gjaldsyvirlit og líknandi.

Tað er sjálvboðið, um tú ynskir at lata Suðuroyar Sparikassa upplýsingarnar, men upplýsingarnir kunnu verða neyðugir fyri, at Suðuroyar Sparikassi kann geva tær fullgóða ráðgeving, viðgera ein fyrispurning um lán ella aðra avgreiðslu.

Upptøkur av telefonsamrøðum

Fyri at veita tær rætta tænastu, kann Suðuroyar Sparikassi taka telefonsamrøður upp. Vanliga verður hetta bert gjørt í sambandi við handil við virðisbrøvum og gjaldoyra.

At geva upplýsingar víðari

Fyri at játta og útinna avtalur við teg, t.d. at flyta upphæddir til onnur, verða upplýsingar, sum eru neyðugir fyri at eyðmerkja teg og fremja avtaluna, givnir víðari.

Upplýsingar verða givnir víðari til almennu myndugleikarnar í tann mun, lóggávan krevur tað, t.d. upplýsingar til skattavaldið.

Heldur tú ikki tínar skyldur mótvegis Suðuroyar Sparikassa, kann Suðuroyar Sparikassi boða kredittupplýsingastovum og/ella ávaringaryvirlitum frá samsvarandi teimum reglum, sum eru galdandi um hetta.

Viðskiftainnlit í nýtslu av persónsupplýsingum

Tú hevur rætt til – í samsvari við reglurnar í persónsdátulógini – at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar Suðuroyar Sparikassi nýtir um teg. Suðuroyar Sparikassi kann rokna sær eitt gjald fyri at geva tær svar.

Áheitan um innlit skal latast Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, 900 Vágur.

Skeivar ella villleiðandi upplýsingar

Um Suðuroyar Sparikassi gerst varugur við, at tað eru skeivleikar í upplýsingunum hjá tær – ella at hesir eru villleiðandi, verða upplýsingarnir rættaðir ella strikaðir, soleiðis at avgerðir kunnu takast á røttum grundarlagi. Suðuroyar Sparikassi vil somuleiðis kunna um hetta til teir partar, ið hava fingið skeivu ella villleiðandi upplýsingarnar frá Suðuroyar Sparikassa.

Mótmæli móti nýtslu av upplýsingum

Tú kanst til eina og hvørja tíð gera Suðuroyar Sparikassa vart við, at tú ikki ynskir at fáa marknaðarføringstilfar frá Suðuroyar Sparikassa ella frá øðrum pørtum bankans.


Klaga um nýtslu av upplýsingum

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu Suðuroyar Sparikassi nýtir persónsupplýsingar v.m. um teg, kanst tú klaga til:

Dátueftirlitið
Tinganes
Reyngøta 33
Postboks 300
FO-110 Tórshavn

 

http://www.datueftirlitid.fo/

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.