Suðuroyar Sparikassi

Rentustuðul

Rentustuðul verður veittur eftir umsókn til lán til egnan bústað, í sambandi við keyp, bygging, umbygging ella -væling av bústaðinum. Treytin fyri at fáa rentustuðul er at viðkomandi er fult skattskyldugur í Føroyum og býr í húsunum. Rentustuðul verður veittur fyri hvørt matrikulnummar, óansæð hvussu nógvir eigarar eru av ognini.

Rentustuðulin broytist bæði í prosentum og fyri upphædd rentustuðul verður veittur fyri.

Rentustuðul

Í sambandi við nýbygging verður rentustuðul latin fyri rentuútreiðslur í upp til 2 ár frammanundan at flutt verður inn í nýggja bústaðin. Gevið gætur at rentustuðulin verður útgoldin eftir at flutt er inn í nýggja bústaðin.

Eisini verður rentustuðul veittur til lestrarlán frá Studna/SU, eins og til øll lán veitt fyri 18. januar 1991.

Rentustuðul verður vanliga útgoldin mánaðarliga beinleiðis á kontu í peningastovni.

Ynskir tú at vita meiri um rentustuðul, er tú vælkomin at ringja til okkara á 359870, men annars vilja vit eisini ráðgeva tær at seta teg beinleiðis í samband við TAKS á tel. 352600 ella taks@taks.fo.

Suðuroyar Sparikassi hjálpir tær fegin við at senda umsóknina til TAKS um rentustuðul.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.