Suðuroyar Sparikassi

Renturokning og valørreglar

Dagahugtøk

Valørdagur er tann dagur, sum verður nýttur, tá renturokning verður gjørd á inn- og útgjaldingum á einari kontu. Hesin dagur sæst á einum einstøkum teigi á kontuavritunum hjá Suðuroyar Sparikassa, og er ásett í sambandi við hvørja einstøku bóking.

Bókingardagur er tann dagur, har konturørslan er skrásett í KT-skipanunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Hetta hevur við sær, at rørslurnar á tínari kontu verða settar upp eftir bókingardegnum. Bókingardagurin ávirkar ikki renturokningina.

Avgreiðsludagurer tann dagur, har tað verður goldið inn ella gjoldið út við avgreiðslukassan í Suðuroyar Sparikassa. Avgreiðsludagur og bókingardagur er vanliga tann sami. Avgreiðsludagurin hevur ikki týdning fyri renturokningina á kontuni. Gev gætur, at leygardagar, sunnu- og halgidagar, jólaftan, nýggjársaftan, flaggdagur og ólavsøkuaftan er eingin avgreiðsla í Suðuroyar Sparikassa.

Tiltaksdagur er tann dagur, tá tú hevur ræði yvir fluttari upphædd. Tiltaksdagurin hevur ikki týdning fyri renturokningina á kontuni.

 

Renturokning og valørreglur

Suðuroyar Sparikassi ger dagliga eina renturokning av hvørjari einstøku kontu. Tá tann dagliga rentan verður roknað, tekur Suðuroyar Sparikassi útgangsstøðið í valørdegnum fyri konturørslurnar. Valørdagurin verður ásettur eftir hesum høvuðsreglum:

Tilskriving av rentum

Suðuroyar Sparikassi tilskrivar rentur hvønn ársfjórðing og/ella hvørt hálva ár. Hetta verður gjørt við at leggja tær dagligu renturokningar saman, og verður samlaða góðskrivaða rentuupphæddin sett inn á kontuna. Samlaða skuldskrivaða rentuupphæddin verður tikin av kontuni.

Suðuroyar Sparikassi kann hava ásett, at smærri rentuupphæddir ikki verða tilskrivaðar á kontuna.

Í mun til áljóðandi rentusatsin, er tann árligi nominelli rentusatsurin treytaður av, hvussu nógvar rentutilskrivingar eru um árið á tínari kontu. Sum dømi svarar ein áljóðandi rentusatsur á 10% við fýra árligum tilskrivingum av rentum um árið, til ein árligan nominellan rentusats á 10,38%.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.