Suðuroyar Sparikassi

Samansparing

Antin talan er um eina samansparing til ung ella til aldurdómin, so er tað altíð skilagott at byrja so tíðliga sum gjørligt - jú fyrr, jú betri.

Tú hevur uttan iva lisið ella hoyrt tað áður, men sjálvt við einari smæðnari upphædd um mánaðin, ber til at fáa nakað munagott burturúr eini samansparing.

Er talan um eina langtíðarsamansparing, telur hvørt einasta oyra, og ein lítil rentumunur kann ávirka upphæddina nógv. Tí hevur tað týdning at hyggja eftir rentuni.

Tørvurin og møguleikarnar á samansparing broytist í takt við tín aldur og tína inntøku. Tøkur peningur, pensjón og bústaður eru teir vanligu háttirnir á samansparing, og tað hevur týdning, at hyggja eftir hesum trimum samstundis, fyri at síggja ta veruliga ognarvirði, og fyri at síggja um samansparingin er ”røtt” samanborið við tíni mál. Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um tín tørv í lívsringrásini – um tín samansparing nøktar tørvin í teimum ymsu árunum, og um samansparingin samsvarar við tín váða og tørv. Spari eg nokk upp til mín aldurdóm? Havi eg ta røttu samansetingina av innlánsproduktum? Havi eg stýr á váðanum á míni samansparing? Hetta eru spurningar, ið hava sera stóran týdning gjøgnum alt lívið.

Tú ert vælkomin, at seta teg í samband við okkum fyri at fáa eina óbindandi vegleiðing um okkara innlánsproduktir. Starvsfólkini í Suðuroyar Sparikassa eru altíð fús at veita góð ráð um samansparingar.

Roknað tína samansparing her.
Sí okkara innlánsrentur her.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag-fríggjadag kl. 9.30-16.00, tó Kassaavgreiðsla kl. 13.00-16.00.