Suðuroyar Sparikassi

S-Lán

- lán bíliga frá tær sjálvum.

S-Lán er eitt serligt slag av handveðsláni við samsvarandi trygd í reiðum peningi. Hetta lánislagið er eitt tilboð til tín, ið ynskir at lána pening, hóast tú hevur tøkan pening.

S-Lán er til tín, ið hevur tøkan pening og ynskir eitt lán, ið ikki gevur rætt til rentustuðul ella frádrátt. Ella til tín, ið hevur tøkan pening og ynskir eitt lán til uppsparing ella størri rásarúm og frælsi í gerandisdegnum.

Í Føroyum rinda privatpersónar rentuskatt av innistandandi. Og bert lán í samband við til egnan bústað, lestur og íløgur, geva rætt til rentustuðul/-frádrátt. S-Lán byggir á hetta ósamsvarið millum rentuinntøkur og rentuútreiðslur, soleiðis at tú eftir skatt rindar minst møguligt fyri lánið.

Meginreglan fyri S-Lán er, at peningurin á innlánskontuni, ið skal standa í veð verður fluttur á eina kontu við 0,0% p.a. í rentu. S-Lán hevur eina fasta rentu á 1,50% p.a. Soleiðis rindar tú bert 1,50% p.a. í rentu fyri lánið – bæði fyri og eftir skatt.



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.