Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi stovnaður

Tann 20. mars í 1943 var stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Sparikassa. Fyrsti aðalfundurin varð hildin 19. juni 1943, og sjálvt sparikassavirksemið byrjaði 1. oktober 1943.

Oddamaðurin at stovna ein peningastovn í Vági var Petur Dahl á Gørðunum, tann maðurin, sum á so mongum øðrum økjum var slóðbrótari til frama fyri Vágs bygd.

Ætlanin var upprunaliga at fáa eina bankadeild í Vági, og vóru samráðingar um hetta við Sjóvinnubankan, men av eini ella aðrari orsøk varð hetta av ongum, og tankin um at stovna ein sparikassa kom í. Eitt skriv varð sett saman og sent út millum fólk, sum møguliga vildu seta pening í og stovna ein sparikassa. Hetta skriv var soljóðandi:

"Tað hevur oftani verið hildið fram, at neyðugt er at fáa ein peningastovn í Vági. Serliga hevur verið havt á máli at fáa eina bankadeild. Hetta seinasta hevur ikki kunnað fingist í lag. Síðani hevur spurningurin verið, um ein ikki í staðin kundi stovnað ein sparikassa. Ein slíkur peningastovnur hevði við síðuna av sínum endamálið, nevnliga at arbeiða sum sparikassi, eisini kunnað verið millumlið millum kundar sínar og hinar peningastovnarar.

Ein sparikassi verður eftir lógini stovnaður av minst 25 tryggjarum (garantum), sum hefta hvør við sínum innskoti fyri sparikassans ábyrgdir. Hvussu stórur tryggingarpeningur, ið er neyðugur, er ikki ásett í nakrari lóg, men verður hetta avgjørt av stovnarunum eftir tí, teir halda vera hóskandi fyri tær umstøður, ið sparikassin kemur at arbeiða undir. Í hesi tíð, tá fólk hava nógvan pening um hendur, ræður um at vísa sparsemi, so nakað kann síggjast eftir, tá ið bardagin er at enda komin. Allastaðni verður mælt fólki at spara sær pening upp, so at nakað verður at standa ímóti við, tá aðrar og ringar peningatíðir koma aftur.

Okkara uppskot er, at ein sparikassi verður stovnaður fyri Suðuroynna undir navninum "Suðuroyar Sparikassi" við heimstaði í Vági. Tryggingarpeningin hava vit ætlað at sett til 50.000 kr. Innskotini frá hvørjum tryggjara hava vit ætlað til 2.000 kr., 1.000 kr. og 500 kr. Eingin tryggjari kann hava minni enn eitt innskot. Eftir sparikassalógini hevur hvør tryggjari bert eina atkvøðu á aðalfundi, hvussu støddin av hansara tryggingarpeningi so er. Sparikassin verður stjórnaður av einum ansanarráði uppá 7 limir, og av teimum verða 6 valdir av á ársaðalfundi, meðan hin 7. limurin verður settur av málaráðnum fyri handil, ídnað og sjóvinnu. Tann dagliga avgreiðslan verður løgd í hendurnar á tveimum stjórum, valdir av ansanarráðnum. Sostatt loyva vit okkum at vísa á viðlagda uppskot."

Fyrsti stjóri í Suðuroyar Sparikassa var Peter Dahl (1911-1996), ið var stjóri til 1980. Núverandi stjóri í Suðuroyar Sparikassa er Søren L. Bruhn, ið tók við stjórastarvinum 1. januar 2005.

Suðuroyar Sparikassi var ein sparikassi fram til árið 2006. Á eykaaðalfundi 27. februar 2006 varð einmælt samtykt at umskipa Suðuroyar Sparikassa til partafelag, og harvið varð Føroya minsti sparikassi ein banki.

Umskipanin frá at vera ein sjálvsognarstovnur til at vera eitt partafelag, gevur sparikassanum betri møguleika til at gera tær broytingar, sum Suðuroyar Sparikassi í framtíðini hevur sett sær fyri at fremja.

Høvuðsdeildin hjá Suðuroyar Sparikassa er í Vági, og hetta var eisini einasta deild sparikassans fram til ár 1986, tá deild lat uppp í Porkeri. Við árunum varð tørvur á fleiri deildum, og í 1998 varð deild latin upp í Tórshavn. Í 2006 varð deild latin upp á Tvøroyri. Nú nógv bankaviðurskiftir verða avgreidd umvegis netbankan og við gjaldskortum, hevur Suðuroyar Sparikassi minka um nøgdina av deildum, og hevur í løtuni deild í Vági og Tórshavn.

Filmsbrot um Suðuroyar Sparikassa



Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.