Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi yvirskot og útlánsvøkstur

Suðuroyar Sparikassi hevur í 2016 havt ein vøkstur í inn- og útlánum á ávikavist 2,0 % og 5,5 % og eitt yvirskot á 0,9 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 0,8 mió. kr. í 2015. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa var 15,1 %.  

Árið 2016 var merkt av vaksandi lánieftirspurningi, at deildin í Havn varð flutt niðan á Staraveg 9, at virðisbrøv, gjaldoyra og SWIFT vórðu flutt frá SparNord til Sparekassen Kronjylland og at Suðuroyar Sparikassi almannakunngjørdi, at samstarv var fingið í lag við Flex Funding. 

Suðuroyar Sparikassi er fyrsti peningastovnur í Norðurlondum, sum hevur tikið upp samstarv við ein crowd funding pall. Við Flex Funding FO-samstarvinum fevnir Sparikassin um nakrar av teimum møguleikum, sum liggja í talgildingini og skiftis­búskapinum. Flex Funding FO kemur inn á føroyska marknaðin várið 2017. 

Tað gongur skjótt framá í føroyska búskapinum. Vøksturin í Føroyum stavar frá mongum tættum, t.d. fylgir politikkurin hjá skiftandi landsstýrum uppgongdini við skattalættum, almennari bygging osfr., lágu altjóða rentuninouroyaassi P/kassi P/F, tilførsla úr ECB av gjaldføri, stórum uppsparingaryvirskoti, umframt at føroyski útflutningurin av laksi og uppsjóvarfiski stendur seg sera væl. 

Sparikassin ansar tó eftir at tálma útlánini – bæði fyri at nøkta krøv, ið fara at verða sett (NEP, IFRS9; NSFR) og fyri í góðari tíð at vísa teimum hollu búskaparligu viðurskiftunum ans. Sparikassin hevur hetta seinasta árið økt krøvini at veita viðskiftafólkum fígging. Sparikassin væntar at minka um útlánini hjá sær í 2017-2019 fyri at minka um váðan í góðari tíð, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri. 

Ársúrslit Sparikassans fyri skatt varð 871 tkr. Sparikassans rentu- og ómaksgjøld minkaðu við 277 tkr. úr 24.160 tkr. í 2015 til 23.883 tkr. í 2016. Sparikassin hevði tó ein vinning á 1.412 tkr. av virðisbrøvum samanborið við eitt hall á 489 tkr. í 2015.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 2 % úr 21.709 tkr. í 2015 til 22.144 tkr. í 2016. Sparikassin hevur í 2016 goldið fleiri einstakar útreiðslur, t.d. seldi Sparikassin yvirtiknar ognir og hevði tvífaldað húsaleigu í sambandi við flytingina í Havn. Hesi tiltøk bøta eisini um vinningin næstu árini.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1.726 tkr. samanborið við -122 tkr. í 2015.

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit fyri 2017 á 1,5- 2,0 mió. kr. áðrenn skatt. 

Komandi árið sær spennandi út – Flex Funding FO kemur á marknaðin og fleiri nýggj tiltøk verða sett í verk. 

Spurningar um ársúrslitið kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.