Suðuroyar Sparikassi

Vanligar viðskiftatreytir

Vanligu viðskiftatreytirnar og serligu ásetingarnar fyri lán og kreditt eru galdandi fyri alt viðskiftið ímillum Suðuroyar Sparikassa og tygum, uttan so at annað nágreiniliga er avtalað t.d. í eini innlánsavtalu, útlánsavtalu (kredittavtalu), í goymslutreytum, kekk- og kortreglum, bokstreytum ella øðrum serligum treytum.

 

Kundaviðurskifti verður stovnað

Tá tygum verða kundi í Suðuroyar Sparikassa, skulu tygum fylla út eitt spurnarblað, har tygum m.a. skulu upplýsa navn, bústað og persónstal. Eisini skulu tygum upplýsa, hví tygum ynskja kontu í Suðuroyar Sparikassa. Tygum skulu vísa fram pass, koyrikort ella annað skjalprógv við áprentaðum persónstali í sambandi við stovnan av barnakontum.

 

Fulltrú

Tygum kunnu geva øðrum fulltrú til at ráða tygara vegna í mun til Suðuroyar Sparikassa. Ein fulltrú skal vera skrivlig og skal vanliga verða greidd á fulltrúarblað hjá Suðuroyar Sparikassa. Fulltrúin er galdandi til Suðuroyar Sparikassi fær skrivlig boð frá tygum um, at hon verður tikin aftur ella broytt.

Tá Suðuroyar Sparikassi fær boð um, at fulltrúarveitandi er deyður, heldur fulltrúin uppat. Tað merkir, at kontur o.a. hjá fulltrúarveitandi verða sperrað, til skiftirætturin hevur tikið støðu til, hvussu búgvið skal viðgerast.

Um fleiri kundar gera semju um felags kontu, kann ein hvør av kontuhavarunum ráða einsamallur yvir kontuni uttan so, at annað er avtalað. Um annar av kontuhavarunum doyr, hevur Suðuroyar Sparikassi tó rætt til at sperra kontuna fyri at tryggja búgvið hjá tí deyða.

 

Tagnarskylda

Starvsfólk í Suðuroyar Sparikassa hava tagnarskyldu um tygara viðurskifti og hava ikki loyvi til av órøttum at geva víðari ella avhenda upplýsingar, sum tey vegna teirra arbeiði í Suðuroyar Sparikassa hava fingið kunnleika til. Reglurnar fyri tagnarskyldu hava støði í Lov om finansiel virksomhed §117.

 

Rentur

Rentan fyri tær einstøku innláns- og útlánskonturnar er broytilig uttan so, at annað er nágreiniliga avtalað.

At rentan er broytilig merkir, at Suðuroyar Sparikassi til eina og hvørja tíð kann broyta rentustøðið.

Rentustøðið er bundið av kontuslag, eins og rentustøðið fyri alla kontuna kann verða bundið av til eina og hvørja tíð verandi saldu hjá kontuni.

Tygum kunnu fáa upplýsingar um rentustøðið, herímillum rentumun, fyri tey einstøku sløgini av innlánum og útlánum á talvunum, sum hanga í avgreiðsluhølinum ella við at spyrja starvsfólk bankans.

Rentustøðið kann broytast

Suðuroyar Sparikassi kann broyta broytilig rentustøði uttan at boða frá, um broytingin er til fyrimunar fyri tygum.

Suðuroyar Sparikassi kann lækka broytilig rentustøði á innláni og hækka broytilig rentustøði á útláni uttan at boða frá, um:

Suðuroyar Sparikassi kann lækka broytilig rentustøði á innláni og hækka broytilig rentustøði á útláni við at boða frá ein mánað frammanundan, um:

Tygum fáa fráboðan, um broytilig rentustøði verða broytt, við brævi ella við kunning í dagbløðunum.

 

Renturokning, rentudagur og rentutilskriving

Suðuroyar Sparikassi ger eina nýggja útrokning fyri hvørja kontu á henda hátt: 

Tá daglig salda verður gjørd upp, tekur Suðuroyar Sparikassi støðið í rentudegnum fyri kontuflytingarnar.

Rentudagurin er tann dagur, har sum eitt inngjald, eitt útgjald ella onnur kontuflyting fær ávirkan á renturokningina á eini kontu.

Sum útgangsstøði eru hesar reglur galdandi:

Tá tygum gjalda í reiðum peningi, við kekki ella gjaldskorti á eina kontu í Suðuroyar Sparikassa, er fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldið rentudagurin.

Leygardagar, sunnu- og halgidagar, flaggdagur, jólaaftan og nýggjársaftan eru ikki avgreiðsludagar í Suðuroyar Sparikassa.

Tá ið tygum fáa goldið út reiðan pening við einum kekki, sum er skrivaður út til tygum, er avgreiðsludagurin rentudagurin. Rentudagurin, tá hesin kekkur verður goldin inn á tygara kontu í Suðuroyar Sparikassa, er fyrsti avgreiðsludagur eftir inngjaldið.

Tá tygum fáa reiðan pening goldnan út við kekki ella gjaldskorti frá tygara kontu í Suðuroyar Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagurin.

Tá tygum taka pening út við gjaldskorti ella innanhýsis hevikorti í sjálvtøkunum hjá Suðuroyar Sparikassa, er dagurin, tá útgjaldið verður framt, rentudagurin.

Tá tygum nýta kekkar ella gjaldskortnotaskipan til at gjalda í handlum, er dagurin, tá peningastovnurin hevur fingið kekkin ella gjaldskortrokningina, rentudagurin.

Tá tygum nýta gjaldskortið í tí elektronisku skipanini í handlum, er tann dagur, tá kortið verður nýtt, rentudagur.

Tá tygum flyta upphæddir millum egnar kontur í Suðuroyar Sparikassa, er avgreiðsludagurin rentudagur fyri báðar konturnar.

Tá tygum fáa løn o.a., er bókingardagurin rentudagur.

Tá tygum fáa aðrar flytingar frá eini kontu í einum føroyskum peningastovni, er rentudagurin fyrsti avgreiðsludagur eftir, at flytingin er móttikin og bókað.

Rentutilskriving

Suðuroyar Sparikassi góðskrivar rentur hálvárliga fyri innlán. Hetta verður gjørt við at leggja allar renturokningar saman, og at seta ta samlaðu upphæddina inn á tygara kontu. Tann dagurin, renturnar verða góðskrivaðar, er rentudagur.

Suðuroyar Sparikassi skuldskrivar rentur fyri útlán antin eina ferð um ársfjórðingin ella hvørt hálva ár. Rentuskeiðið sæst í lániskjølunum.

Rentuskuldskrivingin verður gjørd við at leggja tær dagligu renturokningarnar saman, og taka upphæddina út av kontu tygara. Tann dagin, renturnar verða skuldskrivaðar, er rentudagur.

 

Gjøld

Suðuroyar Sparikassi roknar sær gjøld fyri tænastuveitingar, sum  tygum fremja. Suðuroyar Sparikassi roknar sær eisini gjald fyri at svara spurningum frá almennu myndugleikunum um tygara fíggjarligu viðurskifti.

Gjøldini verða antin kravd sum ein føst upphædd fyri veitingina, ella sum ein prosentsatsur ella ein tímasatsur í mun til vavið á veitingini. Útrokningarhættirnir kunnu sameinast.

Tey vanligu gjøldini eru at síggja í einum príslista, sum tygum kunnu fáa útflýggjaðan á heimasíðu- ella avgreiðslu bankans. Onnur gjøld verða upplýst við at spyrja starvsfólk bankans.

Gjøldini kunnu broytast

Suðuroyar Sparikassi kann altíð og uttan at boða frá seta gjøld. 

Vanligu gjøldini, sum eru partar av varandi sáttmálaumstøðum, kann Suðuroyar Sparikassi hækka við at boða frá ein mánað frammanundan, um marknaðarviðurskifti eru orsøk til broyting fyri eitt ella fleiri kontusløg og tænastum.

Vanligu gjøldini, sum eru partar av varandi sáttmálaumstøðum, kann Suðuroyar Sparikassi hækka við at boða frá tríggjar mánaðir frammanundan, um:

Í varandi sáttmálaumstøðum kann Suðuroyar Sparikassi av handilsligum orsøkum stovna gjøld fyri tænastuveitingar, sum Suðuroyar Sparikassi ikki fyrr hevur tikið gjald fyri. Gjald kunnu stovnast við at boða frá ein mánað frammanundan.

Suðuroya Sparikassi kann altíð uttan at boða frá seta í gildi og hækka gjøld fyri einstakar tænastuveitingar og alment fyri nýggjar avtalur.

Tá gjald verður broytt, fáa tygum upplýsing um hetta við brævi ella við kunning í dagbløðunum.

 

Trotarenta, áminningargjøld o.a.

Um tygara konta fer í trot, í eftirstøðu ella verður nýtt ímóti avtaluni, kann Suðuroyar Sparikassi krevja trotarentu/provisjón ella morarentu, gjald fyri at senda áminningarbrøv, umframt útreiðslur fyri løgfrøðiligan stuðul til innkrevjing o.a.

Upphæddin á áminningargjaldinum sæst í áminningarbrævi frá Suðuroyar Sparikassa. Trotarentan o.a. verður upplýst, tá tygum spyrja eftir henni.

Trotarenta/trotaprovisjón verður ásett við støði í metingini hjá Suðuroyar Sparikassa um vandan fyri misnýttum krøvum alment og tí einstaka misnýtta kravinum ítøkiliga.

Suðuroyar Sparikassi kann altíð fyrisitingarliga og roknskaparliga velja at steðga rentutilskrivingini. Hetta merkir ikki, at Suðuroyar Sparikassi avkannar sær rættin at fáa sín ágóða rentaðan (verður lagt afturat seinni, tá lánið verður uppgjørt), og krevja fulnað fyri útreiðslur, sum standast av einari tænastu ella produkti grundað á eina avtalu. Hetta er galdandi uttan mun til, um nevndi bókingarháttur verður fráboðaður tygum á kontuavriti ella líknandi.

 

Inngjald og útgjald

Fyrivarni við inngjaldi

Øll inngjøld á tygara kontu, sum ikki fara fram í reiðum peningi, fara fram við fyrivarni fyri, at Suðuroyar Sparikassi fær upphæddina. Hetta er eisini galdandi fyri inngjald við kekki, sum er tikið út av kontum í Suðuroyar Sparikassa. Fyrivarni er galdandi, sjálvt um tað ikki er nevnt i kvittan ella í øðrum boðum um inngjaldið.

Um ein kekkur t.d. vísir seg ikki at svara til virðið, tekur Suðuroyar Sparikassi upphæddina út av tygara kontu aftur. Um tikið verður út av tygara kontu, fáa tygum boð frá Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi kann flyta aftur upphæddina, sum er inngoldin á tygara kontu við einum eyðsýndum mistaki frá Suðuroyar Sparikassans síðu, t.d. um sama upphædd verður sett inn tvær ferðir.

Nýtsla av inngjaldi

Eitt og hvørt inngjald á lán ella kreditt verður fyrst nýtt til at rinda rentu og provisjón. Hetta er galdandi uttan mun til, um tygum sjálv/-ur gjalda inn, ella inngjøldini stava frá einum ábyrgdarfólki ella veðsetara. Onnur inngjøld verða síðani nýtt til at rinda avdráttir.

Regulering av lánsgjaldi/inngjaldi

Suðuroyar Sparikassi hevur rætt, men ikki skyldu,  til at hækka lánsgjaldi/inngjaldi, samstundis sum rentustøðið, provisjónin ella líknandi hækka.

Útskriftir

Tá tygum fáa pappírs- ella elektroniskar útskriftir, skulu tygum beinanvegin kanna eftir, um flytingar, sum tygum ikki kennast við, eru á kontuni. Um so er, skulu tygum beinanvegin seta tygum í samband við Suðuroyar Sparikassa.

Ein útskrift frá yvirlitinum hjá bankanum skal altíð síggjast sum eitt fullgott prógv fyri innistandandi og skuld til Suðuroyar Sparikassa.

Um serligar treytir eru avtalaðar við tygum, eru tær í (avtalu)skjalinum tilskilaðar í partinum “serligar treytir”.

 

Uppsøgn, mótrokning og broyting av treytum

Broyting av avtalutreytunum

Um serligar treytir eru avtalaðar við tygum, eru tær í skjalinum tilskilaðar í partinum “serligar treytir”.

Tá treytirnar fyri tygara viðskifti verða ásettar, hevur Suðuroyar Sparikassi lagt dent á samlaða viðskiftaøkið við tygum.

Verða broytingar tí gjørdar í viðskiftaøkinum, sum ikki eru avtalaðar við Suðuroyar Sparikassa, tilskilar Suðuroyar Sparikassi sær rætt til samstundis at broyta avtalutreytirnar.

Uppsøgn

Suðuroyar Sparikassi og tygum kunnu altíð siga kundaviðurskiftini upp uttan at boða frá tí frammanundan.

Suðuroyar Sparikassi kann tó bara siga upp útlánsavtalur (kredittavtalur) við at boða frá tí 14 dagar frammanundan uttan so, at mishald ella onnur forfalsorsøk er til skjals. Um Suðuroyar Sparikassi sigur upp útlánsavtaluna, hava tygum krav uppá eina grundgeving.

Tá kundaviðurskiftini enda, kann Suðuroyar Sparikassi siga upp ábyrgdar- og kautiónsskuldbindingar, herímillum skuldbindingar í fremmandum gjaldoyra, og verða loystur frá øðrum skuldbindingum, sum møguliga vórðu gjørdar fyri tygum. Tygum hava skyldu til at loysa Suðuroyar Sparikassa frá øllum skuldbindingum, sum eru gjørdar tygara vegna, og um neyðugt veita trygd fyri tí.

Tá kundin sigur upp lán ella avtalur, kann Suðuroyar Sparikassi taka eitt ómaksgjald fyri at avgreiða endaligu viðurskiftini.

Mótrokning

Suðuroyar Sparikassi kann, uttan at boða tygum frá frammanundan, mótrokna eina og hvørja áogn, sum er fallin til gjaldingar ímóti tygum, í eini og hvørjari áogn, sum tygum hava ella fáa í Suðuroyar Sparikassa uttan so, at annað er avtalað við Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi mótroknar ikki í tí partinum av tygara løn ella almennum veitingum o.ø., sum eru neyðugar til at dekka tygara vanligu liviútreiðslur. Suðuroyar Sparikassi mótroknar heldur ikki í inniogn á kontuni, sum eftir lóggávuni ella serligari avtalu er kreditorvart.

Tey, sum hava Posta Penga kontu í Suðuroyar Sparikassa, verða ikki mótroknað í nakrari áogn, sum er fallin til gjaldingar, sum tygum hava ella fáa í Suðuroyar Sparikassa. Tað er ikki loyvt Suðuroyar Sparikassa at flyta pening frá einari Posta Penga kontu í Suðuroyar Sparikassa til eina vanliga bankakontu í Suðuroyar Sparikassa, um tygum eru í troti ella hava áogn, sum er fallin til gjaldingar, har tygum ikki hava hildið tygara skyldur.

 

Bankavirksemi uttanlands

Um Suðuroyar Sparikassi tygara vegna skal hava bankavirksemi uttanlands, velur Suðuroyar Sparikassi viðskiftasambandið uttan so, at annað er avtalað. Suðuroyar Sparikassi hevur onga ábyrd av mistøkum, sum verða framd av peningastovninum, sum er nýttur, ella av kredittvirði hansara.

Um tygum hava útlendsk virðisbrøv goymd gjøgnum Suðuroyar Sparikassa, hevur Suðuroyar Sparikassi ábyrgdina av møguligum mistøkum hjá útlendska viðskiftasambandinum og av kredittvirðinum uttan so, at tygum sjálv/-ur hava valt viðskiftasambandið.

Útlendskar rættarreglur, siðvenjur og viðskiftatreytir kunnu vera ógvuliga ymiskar frá tí, sum er galdandi í Føroyum. Í tann mun Suðuroyar Sparikassi er undirgivin útlendskar rættarreglur, siðvenjur ella viðskiftatreytum, eru tær eisini galdandi fyri tygum.

 

Endurgjaldsábyrgd

Suðuroyar Sparikassi hevur endurgjaldsábyrgd, um Suðuroyar Sparikassi orsakað av mistaki ella vanrøkt, ov seint ella ófullfíggjað ikki hevur hildið sínar skyldur. Tó hevur Suðuroyar Sparikassi, har sum strangari ábyrgd er galdandi, ikki ábyrgd av tapum, sum koma av:

Suðuroyar Sparikassi kann ábyrdast, um:

 

Ábyrgdargrunnurin fyri innsetarar og íleggjarar (Privata tilbúgvingin)

Sum kundi í Suðuroyar Sparikassa eru tygum gjøgnum Ábyrgdargrunnin fyri innsetarar og íleggjarar í ávísan mun tryggjað/-ur ímóti tapi, um Suðuroyar Sparikassi fer á húsagang ella í gjaldsteðg.

Ábyrgdargrunnurin dekkar m.a. navnanoterað innskot/íløgur í peningastovnar við upp til 100.000 EUR fyri hvørt P-tal. Eftirlønarkontur eru tryggjaðar uttan mun til upphædd.

Ábyrgdargrunnurin tryggjar eisini, um tygum sum íleggjari verða fyri tapi, tí tygara peningastovnur ikki kann geva aftur tey virðisbrøv, sum peningastovnurin varðveitir ella umsitur. Tað verður endurgoldið við upp til 20.000 evrur fyri íleggjaran.

Ábyrgdargrunnurin fyri innsetarar og íleggjarar hevur givið út eitt kunningarrit, har tygum kunnu lesa meira um tryggingarviðurskiftini hesum viðvíkjandi. Tygum kunnu fáa kunningarritið á http://www.garantifonden.dk/

 

Broyting av vanligu viðskiftatreytunum og serligu ásetingunum fyri lán og kreditt

Suðuroyar Sparikassi kann, uttan at boða frá tí frammanundan, broyta tær vanligu viðskiftatreytirnar og møguligar serligar ásetingar, um broytingarnar eru til fyrimunar fyri tygum. Eru broytingarnar í vanligu viðskiftatreytunum og møguligu serligu ásetingunum ikki til tygara fyrimunar, skal Suðuroyar Sparikassi boða frá broytingunum 3 mánaðir frammanundan.

Tygum fáa upplýsing um broytingar í vanligu viðskiftatreytunum og møguligu serligu ásetingunum við brævi ella við kunning í dagbløðunum og á heimasíðuni.

 

Serligar ásetingar fyri lán og kreditt

Vanrøkt og aðrar forfalsorsøkir

Í niðanfyri nevndu serligu støðum hevur Suðuroyar Sparikassi rætt til at siga upp lánið/kredittin uttan at boða frá tí frammanundan og at krevja, at øll skuldin verður goldin beinanvegin:

Er lánið/kreditturin tryggjaður í veð, og veðhaldari/-haldarar koma út fyri einum ella fleiri av støðunum, sum nevndar eru í b) til e), ella veðhaldari/-haldarar hava givið skeivar upplýsingar, sum hava týdning fyri tilsøgnina um lánið/kredittin, kann Suðuroyar Sparikassi siga upp lánið/kredittin við at boða frá 3 mánaðir frammanundan, um tað ikki innan 1 mánað er veitt trygd, sum Suðuroyar Sparikassi kann góðkenna.

 

Serligar ásetingar um borgan

Inngjøld verða nýtt

Inngjøld verða fyrst nýtt til at rinda rentur, provisjón og útreiðslur, og síðani minka um ta annars tryggjaðu skuldina.

Um lánið/kreditturin bara lutvíst er tryggjaður við borgan, verða inngjøld frá tygum fyrst nýtt til at minka um tann ótryggjaða partin av skuldini.

Realisatión og aftursókn

Suðuroyar Sparikassi skilar sær rætt til at realisera tær trygdir, sum eru veittar av tygum ella triðja manni, og at niðurskriva inntøkuna, sum Suðuroyar Sparikassi sjálvur avgerð. Veðhaldarin hevur sostatt ongan aftursóknarrætt í tílíkum trygdum.

Tað merkir m.a.:

Tvingsilsfullgerð

Um borganin veitir trygd fyri láni, kann lániskjalið við borgsváttan verða grundarlag fyri tvingsilsfullgerð hjá veðhaldara sambært § 478, stk. 1, nr. 5 í retsplejeloven.

 

Serligar ásetingar um veðhald

Um virðið á veðhaldinum minkar

Um virðið á veðhaldinum minkar munandi, kann Suðuroyar Sparikassi seta fram krav um, at tygum antin óvanliga minka um skuldina/mest loyvda trotið á kredittinum, ella at tygum veita meiri trygd, sum svarar til minkingina. Annars kann Suðuroyar Sparikassi meta lánið/kredittin at vera undir vanrøkt.

Um Suðuroyar Sparikassi hevur veðhald í ognarbústaði, fer Suðuroyar Sparikassi tó ikki, um virðið er minkað á ognini, at seta fram krav um óvanliga minking ella meiri trygd uttan so, at minkingin er orsakað av vanrøkt.

Rættindi hjá Suðuroyar Sparikassa yvir tí veðsetta

Suðuroyar Sparikassi kann nýta øll rættindi hjá veðsetara yvir tí veðsetta, herímillum at taka ímóti og kvitta fyri eina og hvørja upphædd, siga upp og krevja inn, kvitta fyri og flyta veðsettu krøv og veðskuldarbræv til sín sjálvs ella onnur.

Tá hesi rættindi verða framd, er hetta skjalið prógv fyri Suðuroyar Sparikassa, eisini í mun til tinglýsingarmyndugleikarnar.

Tá  partabrøv, smápartabrøv og ognarlutir verða sett í veð, kann Suðuroyar Sparikassi eina við grundarlagi í hesum skjali fremja øll rey rættindi, sum partaeigarar hava eftir galdandi lógum felagsins, samtyktum felagsins, møguligum partaeigarasáttmálum og líknandi.

Um veðhaldið fevnir um tryggingarskjal, hevur veðsetarin skyldu til at vísa Suðuroyar Sparikassa neyðuga kvittan fyri rættstundis tryggingargjald, tá ið Suðuroyar Sparikassi krevur tað.

Um so er, at Suðuroyar Sparikassi velur at leita sær fulnað í afturkeypsvirðinum á tryggingarskjalinum, skal Suðuroyar Sparikassi hava rætt til tess uttan at bíða eftir tí ásettu fráboðanarávaringini, sum er ásett í Lov nr. 129 frá 15. april 1930 om forsikringsaftaler, som senest ændret ved anordning nr. 582 af 23. juni 2008.

Suðuroyar Sparikassi kann frítt velja aðrar loysnir, áðrenn ta setta veð verður realisera.

Útreiðslur viðvíkjandi veðhaldinum

Suðuroyar Sparikassi kann krevja gjald fyri veðsettar ognarlutir.

Suðuroyar Sparikassi kann eisini krevja gjald av útreiðslunum at røkja áhugamál síni sum veðhavari, herímillum møguligar útreiðslur til at gjalda tryggingargjald, skoðan av tí veðsetta, útreiðslur til løgfrøðiligan stuðul v.m.

Vinningur av veðhaldi

Veðsetingin hevur við sær rentur og vinning av einum og hvørjum slag av tí veðsetta, herímillum bonus á lívstryggingarskjali, við partabrøvum møgulig frípartabrøv og tekningarrættindi, leiguinntøkur og líknandi.

Suðuroyar Sparikassi hevur rætt, men ikki skyldu, til  at fáa rentur og vinning til at gjalda avdráttir, rentur og útreiðslur (heldur ikki í mun til veðhaldarar).

Fráboðanir

Veðsetari hevur skyldu til beinanvegin at senda Suðuroyar Sparikassa allar fráboðanir, sum veðsetari fær viðvíkjandi teimum veðsettu ognarlutunum.

Virðisbrøv verða drigin út

Um veðsett virðisbrøv verða drigin út, og onnur keypt í staðin fyri tey útdrignu, hevur Suðuroyar Sparikassi myndugleika til at krevja, at Værdipapircentralen skrásetir veðrættin yvir hesi virðisbrøv.

Tvingsilsfullgerð

Møgulig realisatión av veðrættindum fer fram eftir fráboðan frammanundan til veðsetara við tvingsilssølu ella á annan hátt, sum Suðuroyar Sparikassi metir hóskandi, herímillum realisatión við Suðuroyar Sparikassans egnu fyriskipan.

Áðrenn Suðuroyar Sparikassi selur ognarlutirnar, verður sent eitt innskrivað bræv, har sum veðsetari við freist uppá eina viku verður biðin eftirlíka krav Suðuroyar Sparikassans. Hetta er tó ikki galdandi, um neyðugt er at selja beinanvegin, fyri at sleppa undan tapi ella at avmarka tap.

 

Serligar felags ásetingar fyri borgan og veðhald

Útseting

Suðuroyar Sparikassi kann uttan loyvi frá veðhaldara ella triðja manni, sum hevur veitt trygd, geva tygum útseting við at gjalda aftur avdráttir, rentur, provisjón og møguligar útreiðslur, tó í samsvari við Lov om finansiel virksomhed § 47 og § 48.

Vavið á trygdarveitingini

Veðhald og borgan veita trygd fyri at gjalda kapital, rentur, provisjón, sakarmálskostnaðir og aðrar útreiðslur, sum eru goldnar í sambandi við, at skuld verður heintað inn sambært hesi avtalu.

Ógilding

Um øktu trygdarveitingarnar, sum eru nýttar heilt ella lutvíst til at gjalda veðtryggjaða kravið í sambandi við tygara trotabúgv v.m., samanber kapittul 8 í konkurslógini, verða ógildaðar, verður borgskyldan varðveitt. Tað sama er galdandi, um eitt gjald frá tygum verður ógildað.

Við veðseting, hevur veðsetari skyldu til at endurstovna veðrættin hjá Suðuroyar Sparikassa uttan mun til, um Suðuroyar Sparikassi hevur frígivið veðhaldið í sambandi við gjøld, sum kunnu ógildast.

Varnarting

Rættarmál viðvíkjandi hesi avtalu kann, um Suðuroyar Sparikassi ynskir tað, verða lagt fyri býarrættin í tí umdømi, har sum Suðuroyar Sparikassi ella kontuførandi deild hjá Suðuroyar Sparikassa liggur (brúkaraviðurskifti undantikið).


Talgilt samskifti

Suðuroyar Sparikassi kann geva tær allar fráboðanir, avtalur, treytir, skjøl v.m., umframt broytingar í hesum, talgilt. Hetta hóast tað í avtalum, treytum o.ø. verða nýtt orð sum »skrivliga«, »bræv«, »kontoavrit« og so framvegis.

Tá ið tú móttekur fráboðanir, avtalur, treytir v.m. talgilt, hevur tað sama rættarvirknað, sum tá ið tú móttekur hetta við vanligum posti. Tú skalt sostatt lata upp og kanna tað tilfar, ið verður sent tær elektroniskt, á sama hátt sum við vanligum posti.

Suðuroyar Sparikassi kann altíð velja at senda tær fráboðanir, avtalur, treytir, skjøl v.m. á pappíri, um Suðuroyar Sparikassi metir, at hetta er skynsamasti háttur at kunna teg. Um sparikassin velur hetta, verður einki tænastugjald kravt frá tær.

Um tú ynskir, at Suðuroyar Sparikassi sendir tær fráboðanir, avtalur, treytir, skjøl v.m. á pappíri við vanligum posti, skalt tú avtala hetta við Suðuroyar Sparikassa. Suðuroyar Sparikassi kann krevja eitt tænastugjald fyri at senda tær slík skjøl á pappíri.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.