FíggjarKonta
FíggjarKonta er ætlað til at flyta allar fastar útreiðslur av, samstundis sum tú flytir eina fasta upphædd inn á FíggjarKontuna mánaðarliga. Soleiðis fært tú javnað føstu útreiðslurnar við einum føstum gjaldi pr. mðr.
Tú kanst sjálv/-ur útrokna hvussu stórar samlaðu útreiðslurnar eru árliga og harvið roknað út, hvussu nógv tú skalt flyta á FíggjarKontuna hvønn mánaða - hetta fyri at hava tøkan pening á FíggjarKontuni til føstu útreiðslurnar. Suðuroyar Sparikassi hjálpir tær fegin við útrokningini.
Føstu útreiðslurnar kunna flytast av FíggjarKontuni umvegis vanliga fasta flyting ella sum flyting gjøgnum GjaldSkipanina.
Umsitur tú sjálv/-ur FíggjarKontuna ber eisini til at gera stakflytingar av FíggjarKontuni.