Suðuroyar Sparikassi

Rinda lætt og trygt við Garmin Pay

Við Garmin Pay™ kontaktleysari gjalding kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima og rinda fyri keyp við urinum. Hesin møguleiki fyri at rinda er tøkur á flestøllum støðum, sum taka ímóti nándgjaldi (kontaktleysari rindan).

Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum støðum, sum skelta við hesari ímynd:



 

Tryggur gjaldsháttur

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar ella hjá Garmin.

Tá tú rindar við Garmin Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar og gjaldingin eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli ella hjá Garmin. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Garmin.

 

Tá tú rindar í handlum

Tú rindar við urinumá sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi (kontaktleyst). Tú  virkjar Garmin Pay við at velja Garmin Wallet á urinum. Tøppa inn tína møguligu kotu og vel kort við at “sveipa”  upp og niður. Halt urinum tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda.


Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Garmin

 

Her sæst hvørji ur kunnu nýtast.

Tak niður til iPhone (Apple Store) her.
Tak niður til Android (Google play Store) her.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.