Suðuroyar Sparikassi

Rinda lætt og trygt við Google Pay

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við tíni Android-telefon í handlum, á netinum og í appum. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta annað enn tínar vanligu Android eindir.

Fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay í handlum er, at tín Android-eind hevur stýrisskipan Android 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.

Tú kanst nýta Google Pay á øllum støðum, sum skelta við einum av hesum ímyndum:


 


Tryggur gjaldsháttur

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.

 

Tá tú rindar við Google Pay, nýtir skipanin eitt serstakt nummar og eina serstaka transaktiónskotu. Títt  kortnummar verður ongantíð goymt í fullum líki – hvørki á tínum tóli ella á servarum hjá Google. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Google Pay.

 

Tá tú rindar í handlum

Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan at halda telefonini tætt aftur at gjaldsterminalinum, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti.

 

 

Tá tú rindar í appum og á netinum

Tá tú rindar í appum og nethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longur nýta tíð og orku at stovna kontur ella fylla long oyðibløð út.

 

Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Google Chrome frá tíni telefon ella teldli skalt tú velja Google Pay við kassan og góðkenna gjaldið.


Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Google Pay

Android smartphone ella -teldil:

 

 Telda við Google Chrome

 

Tak niður Google Pay-appina her.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.