Stovnan av kundasambandi
Danska Økonomi- og Erhvervsministeriet hevur sett í gildi kunngerð um tiltøk at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangsvirksemi. Hendan kunngerð er eisini galdandi í Føroyum.
Tá ið tú gerst kundi í Suðuroyar Sparikassa verður tú tí biðin um at útfylla eitt skjal (sí pkt. 1 í vanligu viðskiftatreytunum), og lata okkum avrit av samleikaprógvi.
Meiri kunning um mannagongdina í samband við kunngerðina um hvítvasking fæst her. Henda mannagongd er eins fyri allar fíggjarstovnarnar í Føroyum.