Suðuroyar Sparikassi

Hvussu eru innlán tryggjað

Innlán í peningastovnum, virðisbrævameklarafeløgum og íløgumkelarafeløgum, eru tryggjaði móti tapi, ið stendst av at ein peningastovnur, virðisbrævameklarafelag ella íløgumeklarafelag fer í gjaldsteðg ella á húsagang, umvegis Innskjótaratrygdargrunnin.

Endurgjald frá Innskjótaratrygdargrunninum verða roknað sum ein nettoupphædd, t.v.s. at møgulig lán og skyldur annars mótvegis peningastovninum, verða mótroknaði teimum innlánum, sum hvør einstakur innskjótari eigur í peningastovninum.

Serinnlán, t.d. Eftirlønarkonti og klientkonti eru fult tryggjaði, og møgulig útlán verða ikki drigin frá upphæddini.

Eftir 1. oktober 2010 eru navnaskrásett innlán í peningstovnum upp til mótvirðið av 100.000 EUR tryggjaði pr. innskjótara. 

Eisini tryggjar Grunnurin íleggjarum móti tapi, sum stendst av, at ein peningastovnur, virðisbrævameklarafelag ella íløgumeklarafelag ikki er ført fyri at útflýggja íleggjaranum virðisbrøv, ið eru ogn íleggjarans, og sum stovnurin hevur í varðveitslu og/ella umsitur. Slík tap eru tryggjað fyri eina upphædd svarandi til mótvirðið av 20.000 evrum.

Ein íleggjari kann tó í mesta lagi fáa endurgoldið eina upphædd, ið svarar til virðið á teimum virðisbrøvum, ið stovnurin ikki er førur fyri at útflýggja íleggjaranum.

Meiri kann lesast um Innskjótaratrygdargrunnin her.



Tíðindi

  • 25 Aug 2020

    COVID-19 dagføring
    Góði kundi Nú eingin nýggjur COVID-19 tilburður hevur verið síðan 22. august, ber aftur til

  • 25 Aug 2020

    Kundakanning 2020
    Til tykkum, sum eru yvir 18 ár. Tað hevði glett okkum, um tú sum kundi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.