Suðuroyar Sparikassi

Hvítvasking

INNSAVNAN AV UPPLÝSINGUM - Í SAMBANDI VIÐ FYRBYRGJAN AV HVÍTVASKI* AV PENINGI OG YVIRGANGSVIRKSEMI.

Í sambandi við at nýggj lóg um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi varð sett í gildi í Føroyum 1.juli 2008, verða peningastovnarnir noyddir at herða upplýsingaskyldurnar hjá sínum kundum. Hetta í sambandi við stovnan av kontum og flytan av størri peningaupphæddum.

Høvuðsendamálið við lógini er at fyribyrgja, at Føroyar verða roknaðar sum eitt land uttan eftirlit og uttan fyribyrgjandi tiltøk í samband við hvítvasking av peningavinningi og fígging av yvirgangi.

Hesar lógir og reglur eru eisini í gildi í grannalondum okkara, og í øllum framkomnum londum í heiminum.

Frameftir verður tú, sum kundi í Suðuroyar Sparikassa, biðin um at vísa samleikaprógv og útfylla eitt spurnarblað, tá ið tú stovnar privata ella vinnuliga kontu.

Sum verandi kundi verður tú biðin um at útfylla og innflýggja spurnarskema, saman við avriti av passi, koyrikorti ella ptalskorti í seinasta lagið 1. mars 2009.

Um tú ert vinnukundi, so skal tú umframt at innflýggja omanfyristandandi upplýsingar, eisini innflýggja okkum tekningarlista og viðtøkur hjá felagnum, seinasta ársroknskap og avrit av gerðabók frá aðalfundi og frá síðsta nevndarfundi.

Viðvíkjandi peningaflytingum hægri enn dkr. 100.000, verður frameftir endamálið við peningaflytingini at upplýsa okkum.

Til ber at senda okkum upplýsingarnar við posti, telduposti, faxi ella við at avlevera skjølini beinleiðis til ein av deildum okkara.



*‘Hvítvask av peningi’, verður nýtt um peningainngjøld og flytingar, sum hava til endamáls at broyta, ella fjala útyvir upphavið til peningin.


Tíðindi

  • 07 Aug 2020

    COVID19 Hurðarnar fyribils afturlatnar
    Góði kundi Orsakað av COVID19 verða hurðarnar fyribils afturlatnar frá fríggjadegnum 7. august 2020. Vit

  • 18 Jun 2020

    Góða jóansøku
    Vit ynskja øllum suðuroyingum og gestum góða jóansøku. Fríggjadagin hevur deildin í Vági opið sum

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.