Suðuroyar Sparikassi

Nú kanst tú brúka Apple Pay

Nú kanst tú knýta kort frá Suðuroyar Sparikassa til Apple Pay á tíni iPhone. Tað er skjótt og trygt at rinda við Apple Pay, og tær nýtist ikki at hava sjálvt gjaldskortið hjá tær.

Við Apple Pay kanst tú rinda við iPhone, Apple Watch, iPad ella Mac júst tey somu støðini, har tú longu í dag kanst rinda við kontaktleysum kortum – kring allan heimin!

Tú kanst eisini rinda á netinum og beinleiðis í appum.

Apple Pay virkar á iPhone 6 ella nýggjari, og stýriskipanin skal verða dagførd til í minsta lagi iOS11.

 

Rinda lætt og trygt

Tað er lætt, trygt og skjótt at rinda við Apple Pay í handlum, appum og á netinum, og tú hevur ikki brúk fyri øðrum enn tíni iPhone ella Apple Watch. Tá ið tú keypir á netinum og í appum, er Apple Pay eisini ein løtt, trygg og skjót loysn – tí tú sleppur frá at stovna kontu ella fylla út oyðubløð.

Tú kanst brúka Apple Pay á øllum støðum, sum skelta við einum av hesum súmbolunum:


 


Hvørji kort kann eg brúka til Apple Pay?

 

Hvussu knýti eg kort til Apple Pay?

 

Hvussu rindi eg í handlum?

Tú rindar við Face ID við at trýsta tvær ferðir á síðuknøttin, hyggja stutt í skermin og venda tína iPhone til kortlesaran.

Við Touch ID rindar tú við at halda tína iPhone tætt við kortlesaran, meðan tú hevur fingurin á Touch ID.

Á Apple Watch trýstir tú tvær ferðir á síðuknøttin og heldur Apple Watch tætt við kortlesaran.

 

Soleiðis rindar tú í appum og á netinum

Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Safari frá tínari iPhone og iPad skalt tú velja Apple Pay við kassan og gjalda við Face ID ella Touch ID.

Fyri at gjalda í nethandlum í Safari við tínari Mac skalt tú velja Apple Pay og gjalda við iPhone ella Apple Watch. Á Macbook Pro rindar tú við Touch ID á Touch Bar.Tryggleiki og trúnaður

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Apple Pay. Apple Pay goymir ikki upplýsingar um transaktiónir, sum kunnu sporast aftur til tín – og tí eru øll tíni keyp í trúnaði.


Les meira um Apple Pay her.


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.