Suðuroyar Sparikassi

BilLán

Eigur tú bil í dag ella ætlar tú tær at keypa tín fyrsta bil? Suðuroyar Sparikassi bjóðar fígging við variablari rentu til bilakeypið.

Tú kanst til eina og hvørja tíð broyta inngjaldið til lánið, og lætt gera broytingar í láninum, so gjaldið passar til tíni fíggjarviðurskfiti. 

 

Lániumsókn og treytir

Í samband við viðgerðina av eini lániumsókn verður serliga hugt eftir gjaldsvilja og gjaldsevni - herundir tiltøkupeningi. Vegleiðandi kravið til eginfígging er 25% fyri nýggjar bilar. 

Bilfígging verða veitt sum lán upp til 7 ár við 1. veðrætti í bilinum, og Suðuroyar Sparikassi krevur, at bilurin er kaskotryggjaður.

Keypir tú ein brúktan bil, eigur tú at tryggja tær, at eingin skuld er tinglýst í bilinum frammanundan.

Í samband við bilakeyp er umráðandi, at hugsa um útreiðslurnar bensin/diesel, dekk, vektgjald, viðlíkahald, trygging og møguligar lánsútreiðslur.

Margfald av gyldugum passi ella dóps-/navnabrævi skal latast Suðuroyar Sparikassa í samband við tinglýsing av veðrættinum í bilinum.

 




Tíðindi

  • 16 May 2019

    Tekniskir trupulleikar - kaðalslit
    Dagføring kl. 15.47 Allar skipanirnar koyra aftur sum vant.

  • 24 Apr 2019

    Flaggdagin
    Flaggdagin 25. apríl hava deildir okkara stongt. Opið verður aftur fríggjadagin 26. apríl kl. 9.30.Tørvar

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.