3, 12 og 18 mðr. konta - í løtuni ikki gjørligt at stovna hesar kontur

3 mðr. konta

3 mðr. konta er ein konta við 3 mðr. uppsagnartíð. 

Um ynski er at taka pening út av eini 3 mðr. kontu, so er neyðugt, at tú sigur Suðuroyar Sparikassa frá tríggir mánaðir áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.

 

12 mðr. konta

12 mðr. konta er eins og 3 mðr. konta, ein konta við uppsagnartíð. 

Um ynski er at taka pening út av eini 12 mðr. kontu, so er neyðugt, at tú sigur Suðuroyar Sparikassa frá 1 ár áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.


18 mðr. konta

18 mðr. konta er eins og 3 mðr. konta, ein konta við uppsagnartíð.

Um ynski er at taka pening út av eini 18 mðr. kontu, so er neyðugt, at tú sigur Suðuroyar Sparikassa frá 1½ ár áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.