Núkanst tú brúka Apple Pay

Nú kanst tú knýta kort frá SuðuroyarSparikassa til Apple Pay á tíni iPhone. Tað er skjótt og trygt at rinda viðApple Pay, og tær nýtist ikki at hava sjálvt gjaldskortið hjá tær.

Við Apple Pay kanst tú rinda við iPhone, AppleWatch, iPad ella Mac júst tey somu støðini, har tú longu í dag kanst rinda viðkontaktleysum kortum – kring allan heimin!

Tú kanst eisini rinda á netinum og beinleiðisí appum.

Apple Pay virkar á iPhone 6 ella nýggjari, ogstýriskipanin skal verða dagførd til í minsta lagi iOS11.

 

Rindalætt og trygt

Tað er lætt, trygt og skjótt at rinda við ApplePay í handlum, appum og á netinum, og tú hevur ikki brúk fyri øðrum enn tíniiPhone ella Apple Watch. Tá ið tú keypir á netinum og í appum, er Apple Payeisini ein løtt, trygg og skjót loysn – tí tú sleppur frá at stovna kontu ellafylla út oyðubløð.

Tú kanst brúka Apple Pay á øllum støðum, sumskelta við einum av hesum súmbolunum:


 


Hvørjikort kann eg brúka til Apple Pay?

 

Hvussuknýti eg kort til Apple Pay?

 

Hvussurindi eg í handlum?

Tú rindar við Face ID við attrýsta tvær ferðir á síðuknøttin, hyggja stutt í skermin og venda tína iPhonetil kortlesaran.

Við Touch ID rindar tú við athalda tína iPhone tætt við kortlesaran, meðan tú hevur fingurin á Touch ID.

Á Apple Watch trýstir tú tværferðir á síðuknøttin og heldur Apple Watch tætt við kortlesaran.

 

Soleiðis rindar tú í appum ogá netinum

Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Safari frá tínari iPhone og iPad skalt tú velja Apple Pay við kassan og gjalda við Face ID ella Touch ID.

Fyri at gjalda í nethandlum í Safari við tínari Mac skalt tú velja Apple Pay og gjalda við iPhone ella Apple Watch.Á Macbook Pro rindar tú við Touch ID á Touch Bar.Tryggleikiog trúnaður

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tærverða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtirApple Pay. Apple Pay goymir ikki upplýsingar um transaktiónir, sum kunnusporast aftur til tín – og tí eru øll tíni keyp í trúnaði.


Les meira um Apple Pay her.