Dagføring 27.03.2020
Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa verður hildin sumætlað mánadagin 30. mars 2020, men fyri at fylgja tilmælunum frá myndugleikunumí sambandi við COVID-19, verður nevndin ikki til staðar í høvuðssætinum hjábankanum. Somuleiðis hava vit ringt til partaeigarar, sum hava teknað seg tilaðalfundin, og mælt teimum til at greiða brævatkvøðu í staðin fyri at møta. 


Ársaðalfundurin hjá P/F Suðuroyar Sparikassa verður mándagin 30. mars 2020 kl. 16.00. Fundurin verður á høvuðsskrivstovuni hjá Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur.

Fyri at hava rætt til at møta á ársaðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi hósdagin 26. mars 2020 kl. 16.00 hava tekna seg til fundin á deildini í Vági ella Tórshavn.

Tak niður
Innkalling til ársaðalfund 2020
Fulltrú
Brævatkvøða

English
Proxy
Letter Ballot