Peningastovnar og eftirlønarveitarar stongja fyri eftirlønarinngjaldi í januar.

Føroyskir peningastovnar og eftirlønarveitarar stongja fyri inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012 til 23. januar 2012.

Orsakað av broytingum í lógini um skatt av rentutryggingum viðvíkjandi skatting av inngjaldi á eftirlønarkontur frá 1. januar 2012, verður hervið boðað frá, at stongt verður
fyribils fyri inngjaldi á allar eftirlønarkontur frá 1. januar 2012.

Orsøkin til at peningastovnar og eftirlønarveitarar fyribils stongja fyri eftirlønarinngjaldi er, at allar tøkniligar fyrireikingar enn ikki eru lidnar.

Peningastovnar og eftirlønarveitarar fara væntandi tann 23. januar 2012 aftur at loyva
inngjaldi umvegis skattaskipanina og inngjaldi á privatar eftirlønarskipanir.

Felagið Peningastovnar, Betri Pensjón, Lív