Mynda títt gjaldskort

Í Suðuroyar Sparikassa kanst tú fáa egna mynd á títt gjaldskort og harvið gera kortið enn meira persónligt. Tú kanst velja eina mynd úr okkara myndasavni ella brúka eina úr tínum egna savni - av makanum, børnunum, bilinum, yndisstaðnum, ja, ella mynd av tær sjálvum – møguleikin er tín!

Við bíleggjan av egnari mynd er tað umráðandi, at tú velur, hvat kort talan er um. Kort við egnari mynd kann fáast á Mastercard Young, Mastercard Silver, Mastercard Debitt Standard og VISA/Dankort.

At mynda sítt gjaldskort kostar kr. 100,- umframt tann árliga kostnaðin av kortinum.

Av tí at treytir eru fyri myndunum, verður tú biðin um at lesa reglugerðina, áðrenn tú byrjar bíleggingina. Hetta fyri at tryggja, at myndin verður góðkend.

Bílegg gjaldskort við egnari mynd her.