Av tí at fríggjadagurin eftir Kristi himmalsferðardag er bankafrídagur í Danmark, verða ongar avgreiðslur framdar hesir dagar.  

Flytingar millum stovnar og lønarflytingar, sum skulu avgreiðast hesa vikuna, mugu tí vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. mai innan kl. 16.00.

Hetta er eisini galdandi fyri flytingar í Netbankanum.

Flytingar, sum verða avgreiddar mikudagin, verða á kontu hjá móttakaranum mánadagin 21. mai.